27.10.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Tristanisma, Pól og Regin

Leygardagin 31. oktober 2015 kl. 13.00 heldur Birna Olsen meistarafyrilestur á Føroyamálsdeildini.


Fyrilesturin, ið er seinasta próvtøkan í MA-námi í føroyskum, verður hildin í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini og er almennur. 

Evnið í meistarafyrilestri eigur at hava støði í MA-ritgerðini hjá studentinum og verður útflýggjað studentinum eina viku, áðrenn fyrilesturin verður hildin. 

MA-ritgerðin hjá Birnu hevur heitið ““Syng um ástir” – lýriskar kærleikamyndir í yrkingum hjá Pól F. Joensen og Regini Dahl”.