24.01.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Trý 100 ára minni: Jóhannes og Jóannes og frælsisfylkingin í Suðurafrika

Ein stutt røð av almennum fyrilestrakvøldum byrjar á Háskúlanum komandi mánakvøld kl. 19.30.


Ein stutt røð av almennum fyrilestrakvøldum byrjar á Háskúlanum komandi mánakvøld kl. 19.30. Tað eru Háskúlin og háskúlastjórnin, sum bjóða øllum til tríggjar fyrilestrar nú í januar, februar og mars um evnir og persónar, sum á fjølmangan hátt hava ávirkað okkum og hava sett varandi spor. 

Á skránni eru fyrst mentamenninir, systkinabørnini,  Jóhannes av Skarði og Jóannes Rasmussen, sum báðir vuksu upp á Háskúlanum.Tveir føroyingar, sum hvør á sín hátt, ruddaðu veg og gjørdu, tað varð hægri til loft og víðari til veggja í føroyskari mentan og vísindum. 

Tann triði fyrilesturin er um ANC-felagsskapin í Suðurafrika, ið varð stovnaður í 1912, og oddamann hansara Nelson Mandela. 

Mandela, ið gjørdist fyrsti svarti forseti í Suðurafrika í 1994, hevur avrikað meira enn tey flestu í stríðnum móti rasismu; hann hevur havt og hevur framvegis kveikjandi ávirkan víða um heimin.  
 
Fyrilestrarnir eru mánakvøld kl. 19.30 á Háskúlanum. Aftan á fyrilestrarnar verður ein drekkamunnur og høvi at práta saman.

 

Skrá yvir fyrilestrarøðina sum pdf-fíla