15.02.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Trygve Skomedal farin

Trygve Nereson Skomedal, málfrøðingur (1939-2013)



Tann 8. februar í ár doyði tann norski málfrøðingurin Trygve Skomedal, eftir at hava verið sjúkur eina tíð, 73 ára gamal, og við honum fór aftur ein av teimum útlendingum sum hava verið við til at lynna undir undirvísing og gransking í føroyskum á universitetsstigi.


Trygvi varð føddur 29. desembur 1939 og vaks upp í Høvåg á Eystur-Agder í Suðurnorra, har pápin var skúlalærari (hann var úr bygdini Skomedal í Setesdali). Trygvi las filologi í Oslo og Reykjavík og tók magistaraprógv í norðurlendskari málfrøði á universitetinum í Oslo í 1969 og fekk síðan starv har sum lærari og granskari. Hann fór úr starvi 70 ára gamal við ársenda 2009.


Longu í lestrartíðini fekk hann áhuga fyri føroyskum máli. Lestrarárið 1966-67 las hann føroyskt á tí tá nýstovnaða Fróðskaparsetrinum, á skeiði sum Chr. Matras helt, og summarið 1967 ferðaðist hann um oyggjarnar og kannaði tey føroysku bygdamálini. Á hesum ferðum hevði hann samrøður við okkurt um 50 fólk í 24 bygdum, í Suðuroynni, Sandoynni, Vágunum, Streymoynni og Eysturoynni. Burtur úr hesum innsavnaða tilfari skrivaði hann magistararitgerð sína sum bar heitið “Historisk færøysk fonologi i hovuddrag” og varð latin inn á universitetið í Oslo í 1969, skrivað við penni og blekki.


Tá ið farið varð undir skipaðan akademiskan lestur í “norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum” á Føroyamálsdeildini í 1974, vóru Trygvi Skomedal og landsmaður hansara Reidar Djupedal góðir í ávikum og hjálptu til við at skipa lesturin. Tað fyrsta lestrarárið 1974-75 var Trygvi í starvi á deildini og undirvísti í málfrøði á hesi nýggju útbúgvingini. Tað árið búði hann her við familjuni. Nakað seinri (1976) var hann aftur her og undirvísti styttri tíðarskeið. Eisini eftir at farið varð undir høvuðsgreinarlestur síðst í 1980’unum, tók hann lut í undirvísingini sum gestalærari í lestrarevnum hjá undirritaða, seinast í februar 2009. Øll tey fyrstu árini á tí sonevnda exam.art.-lestrinum (2 ára lestrinum) var Reidar Djupedal fastur próvdómari, men í 1986 tók Trygvi við eftir hann. Eisini eftir at lesturin á deildini varð umskipaður við próvtøkum í hvørjari lærugrein sær, hevur hann í fleiri umførum virkað sum próvdómari í málfakunum.


Trygvi tosaði flótandi føroyskt, og tá ið hann undirvísti her, var tað á føroyskum. Fleiri minnast helst eisini tá ið hann á ráðstevnu á Fróðskaparsetrinum í 2000 – í sambandi við 100 ára minningarhald fyri Chr. Matras – helt fyrilestur á føroyskum um føroyskt mál, við ongum handriti og uttan at faftrast á málsliga. Á universitetinum í Oslo, har hann hevði sítt fasta starv, hevði hann regluliga skeið í føroyskum fyri studentum sum ynsktu at taka føroyskt sum part av lestri í norðurlendskum. Trygvi hevði stóra vitan um føroyskt mál, ja tað er helst ikki at taka munnin ov fullan at siga at hann er tann útlendingur ið hevur vitað mest um føroyskt mál. Eisini teoretiskt var hann væl ílatin. Málvísindaliga var hann strukturalistur í odd og egg, sjálvt um hann kanska hevði sína egnu útgávu av strukturalismuni. Tað sum um galt fyri hann, var ikki hvussu tað einstaka ljóðið broyttist, men at lýsa hvussu øll ljóðskipanin broyttist stigvíst upp gjøgnum øldirnar, heilt frá víkingatíð og upp til nútíðarføroyskt og greinaðist sundur í tey ymsu bygdamálini. Og sjálvt um hann kundi tykjast teoretiskur, hevði hann stóran áhuga fyri tí livandi føroyska málinum. Hann kundi tykjast provokerandi, eitt nú tá ið hann tosaði um “traditionelt føroyskt” og “reaktionert føroyskt”. Sum góð umboð fyri “traditionelt føroyskt” nevndi hann m.a. Heðin Brú og Jóhonnu Mariu Skylv Hansen. “Reaktionert føroyskt” skýrdi hann eitt mál ið var tyngt av hvørsføllum, einum falli ið sambært hansara fatan var horvið úr føroyskum fyri ár 1600. Tá ið hvørsfalsformar koma fyri í føstum orðasambondum, sum t.d. “til Havnar” og “til Vágs”, kallaði hann teir “hvønnfall 2”.


Vit komu at kennast tá ið hann var próvdómari á Føroyamálsdeildini í 1986, og gjørdust vinmenn. Tað var altíð forkunnugt og læruríkt at práta við hann um málfrøði og fáa lut í hansara stóru vitan, og eisini umvegis teldupost hava vit javnan samskift um málfrøðiligar spurdómar. Men hann var eisini vertskapsmaður. Tá ið hann undirvísti her í 2009, endaðu vit báðir í føstulávintsdansi sum Dansifelag Kaggans skipaði fyri í Havnar Klubba. Serliga minnist eg hvussu væl honum dámdi at sleppa upp á gólv at kvøða Ormin Langa.


Trygvi var giftur við Britu, og tey áttu børnini Gunnstein og Synnevu. Abbabørnini eru fýra.


Eivind Weyhe

 

Minningarorð um Trygve Skomedal sum Arne Torp hevur skrivað til Aftenposten