University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2026 08 12 At 10 19 38 Turið Sigurðardóttir Heiðrað Setur
Malan Marnersdóttir
12.08.2026
Setrið Føroyamálsdeildin

Turið Sigurðardóttir 80 ár

Í tveimum forvitnisligum “Meg minnist”-sendingum hjá Jógvani Arge, leggur Turið dent á at hoyra til tað ættarlið, sum gjørdi upp við klassiska hugvísindaliga fatan av, at mann undirvísti og granskaði bókmentir, sum vóru listfrøðiliga fyrimyndarligar og innihaldsliga humanistiskt uppbyggiligar. 

Í staðin fór hetta nýggja ættarliðið av bókmentafrøðingum at granska og undirvísa í samtíðar skaldskapi, trivial- ella lættisoppabókmentum, barnabókum, reklamum og filmi. Av hesum hevur Turið gjørt týðing og barnabókmentir til bókmentasøguligt evni og viðgjørt eldri skaldskap út frá nýggjum hugsanum.

Nærlagni eyðkennir alt, sum Turið hevur lagt úr hondum. Mál og serliga bókmentir eru áhugaøki hennara og hava verið tað síðani barnaárini. 

Foreldrini vóru Sigrið av Skarði og Sigurð Joensen, ið stóðu í fremstu røð í stríðnum fyri føroyskum sjálvræði og føroyska málinum, áðrenn tað var viðurkent sum høvuðsmál í Føroyum. Lívið í heiminum var sum vera man merkt av áhuganum fyri máli og bókmentum, og Turið hevur heiðrað tey við at savna og geva út ritverk teirra eins og hjá abbanum, Símuni av Skarði.

Turið las norrønt, íslendskt og bókmentir á Háskóla Íslands, og bókmentafrøði á Keypmannahavnar Universiteti. Í Íslandi gjørdi hon tað bragdið í bachelorritgerðini at greina skaldsøgurnar eftir Martin Joensen við tí marxistiska arbeiðslagnum, ið var í hæddini tá, og sum fekk nýggj brigdi í skaldsøgunum fram. Ritgerðin kom á prent í Varðanum í 1980. 

Ikki øllum føroyska mentanarumhvørvinum dámdi greinina, og hart kjak um tíðarritið og linju tess førdi til tað, sum Turið í samrøðuni við Jógvan Arge kallar “salongrevolutión” í gamla mentanartíðarritinum: Ritstjórarnir Steinbjørn B. Jacobsen og Gunnar Hoydal vórðu koyrdir frá. 

Nakað eftir hetta, var Turið við til at stovna tíðarritið Brá. Í tíggju ár ritstjórnaðu hon, eg og mong onnur tíðarritinum, ið legði dent á ummæli, mentanar- og bókmentagreinir og ikki minst myndlist.

Síðan hon fór úr starvi, hevur hon verið knýtt at Føroyamálsdeildini sum professari, nú er hon professari emerita (pensjonerað) og framvegis sera virkin, eitt nú við at fáa triðja bind av Føroysku bókmentasøguni liðugt saman við undirritaðu, ið takkar hjartaliga fyri fyrimyndarligt samstarv øll árini.

Vit á Setrinum ynskja Turið hjartaliga til lukku!

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Skærmbillede 11 8 2026 11247 Www.Iifet2026.Com

    IIFET 2026: Setrið vertur fyri altjóða fiskivinnuráðstevnu

  2. Pexels Scott Platt 529822 10174791

    Verkstova á Setrinum um vindorku í arktiskum økjum

  3. Students Working On Project 4460X4460

    Umsóknarfreist til tøk lestrarpláss er 11. august