
Tvær ph.d.-verjur um vindorku fyri framman
Varandi orka er eitt granskingarøki, sum er í stórum vøkstri altjóða og eisini her í Føroyum
Í næstum vera tvær ph.d.-verjur hjá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og samstarvspørtum, og báðar snúgva seg um vindorku.
Grøna orkuskiftið, sum skal gerast, krevur nógva servitan, og vindur og aðrar varandi orkukeldur draga tíbetur nógvar forvitnar granskarar at sær.
Fríggjadagin 24. juni fer Helma Maria Trónheim at verja ph.d.-ritgerð, sum eitur "Trygdarveiting fyri eini álítandi elveiting og einum støðugum elneti í eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum"
Lesið meira um almennu verjuna her.
Og mánadagin 18. juli verður tað so Turið Poulsen, sum skal verja sína ph.d.-gransking. Hennara ph.d.-ritgerð eitur "Analysis and modelling of the wind energy resources in the Faroe Islands."
Lesið meira um almennu verju hennara her.
-
27.06.2022 Setrið Lestrarskrivstovan224 prógv frá Setrinum hetta lestrarárið224 hava hetta seinasta lestrarárið staðið prógv frá Fróðska...
-
27.06.2022 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinUpptøkuroynd til løgfrøði mikumorguninMikudagin 29. juni klokkan 10:00 - 14:00 verður upptøkuroynd...
-
27.06.2022 Setrið LestrarskrivstovanBirita helt røðu fyri teimum lesandiSí fleiri av frálíku myndunum hjá Bjarna Rubeksen í Kvf av p...