Turið Sigurðardóttir
10.04.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Tvær umrøður um bøkur, ið viðgera føroyskt - og tvær greinar um føroyskt

Greinar og ummæli um føroyskt og føroyska gransking í ársritinum "Íslenskt mál": Tvær umrøður um bøkur, ið viðgera føroyskt - og tvær greinar um føroyskt.


Í tí nýútkomna ársritinum Íslenskt mál og almenn málfræði  2011, Reykjavík, umrøður Höskuldur Þráinsson professari tvær bøkur, sum viðgera føroyskt og onnur skyld mál. Í ritinum eru eisini tvær greinar um føroyskt. 


Á s. 209-211 umrøður Höskuldur bókina  Gender Assignment in Modern Faroese , 2009, sum er doktararitgerðin hjá Hjalmari P. Petersen. Höskuldur sigur m.a., at úr íslendskum sjónarhorni er 5. partur av bókini kanska forvitniligastur, tí hann er um eitt evni, sum lítlar gætur hava verið givnar í viðgerð av íslendskum. Í hesum partinum roynir høvundurin at finna merkingarligar høvuðslinjur fyri, hvat tað er, sum ger av, hvat kyn navnorð hava. Umframt reglur, sum stava frá sambandinum millum lívfrøðiligt og málfrøðiligt kyn, telur høvundurin nógvar aðrar reglur upp, eitt nú at orð, sum merkja tíð  eru oftast kallkyn (mánaðirnir, morgun, dagur) o.s.fr.


Hin bókin er Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes, 2010, sum er savn av greinum eftir 15 høvundar úr ymsum londum, upprunaliga fyrilestrar á føroysk-hetlendskari ráðstevnu um Jakob Jakobsen í Scalloway í 2006. Ummælið (s. 211-213) nevnir tær ymsu greinarnar stutt;  Höskuldur sigur um Jakob Jakobsen:
“Um hugt verður at fjølbroyttu og royvismiklu ritaskrá hansara, verður tað greitt, at hann hevði fingið nógv poeng í tí avriksmetingarkervinum, sum nú á døgum verður brúkt á universitetum víða hvar og sum hevur ávirkan á korini hjá universitetslærarum. Men “fáir njóta eldanna sem fyrstir kveikja þá”, stendur onkustaðni”.
sigur Höskuldur at enda við teimum kendu lokaorðunum úr yrking eftir Davíð Stefánsson frá Fagraskógi um tey, sum starvast til gagns fyri tey, ið aftaná koma.


Í ritinum hevur Hjalmar P. Petersen greinina “Mia-Malua...mín knáa” (s. 75-84), sum er á donskum, og Höskuldur Þráinsson greinina ”Um dauðans óvissan tíma. U-hljóðvarp lífs og liðið” (s. 85-108), har hann ber saman lagnuna hjá u-umljóði í føroyskum og íslendskum.