24.07.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Tveir Bachelorar afturat frá Náttúruvísindadeildini

Tóra Winther Reinert og Eirikur Danielsen vóru týsdagin 14. juli uppi til teirra seinastu próvtøku á Fróðskaparsetrinum, har tey hava lisið lívfrøði á Náttúruvísindadeildini tey seinastu trý árini.


Próvtøkan var framløga av eini bachelorverkætlan, sum tey hava arbeitt við seinastu 17 vikurnar. Verkætlanin ber heitið “Effects of Various Nutrient Compositions on Phytoplankton Cultivation” og snýr seg um, hvussu best er at framleiða plantuæti, at nýta sum føði til aling av toskalarvum.

Samstarv við Fiskaaling
Verkætlanin er gjørd í samstarvi við P/F Fiskaaling, sum í nøkur ár hevur gjørt royndir at ala toskalarvur í posum norðuri í Nesvík, har Fiskaaling hevur eina royndarstøð. Bestu úrslitini eru higartil fingin, tá toskalarvurnar vóru mataðar við livandi djóraætið, sum livir í sjónum. Men grundarlagið fyri, at hetta djóraæti kann trívast og nørast er, at djóraætið hevur okkurt at eta.

Plantuæti – Grundarlagið fyri vøkstrinum
Í sjónum livir djóraæti av plantuæti. Men fyri at hetta plantuæti kann nørast, er neyðugt at føðslusøltir eisini eru í sjónum. Er ov lítið til av føðslusøltum, gevst plantuætið at vaksa, djóraæti doyr, toskalarvurnar fáa tí ov lítið at eta og doyggja tí eisini.

Royndin
Fyri at alingin av toskalarvum skal eydnast, er tískil neyðugt, at nóg mikið er til av føðslusøltum í sjónum. Í verkætlanini kannaðu Tóra og Eirikur hvussu ymisk viðurskifti av føðslusøltum ávirkaðu vøksturin og samansetingina av plantuæti. Hetta varð gjørt í fýra kørum, har ymiskar nøgdir og samansetingar av føðslusøltum vóru tilsett, men ljós og hitaviðurskiftini annars vóru líka.


Úrslitini
Úrslitini hjá teimum báðum vístu, at um føðslusøltini nitrogen og fosfor vóru blandaði í lutfallinum106:16, vóru nøgdirnar klorofyl hægri og iltinnihaldið í sjónum eisini eitt sindur hægri. Var N:P lutfallið lægri, gjørdust plantukyknurnar smærri meðan lágar nøgdir av føðslusøltum høvdu við sær, at tað vóru tey smærru sløgini av plantuæti, sum kláraðu seg best.

Sum heild var tað nitrat, sum var tann manglandi faktorurin fyri gróðrinum. Fyri kiselalgurnar kann silikat tó hava verið tann manglandi faktorurin. Kanningarnar vístu, at um nóg mikið er til av føðslusøltum, og sjógvurin verður væl blandaður, gerast kiselalgurnar størri. Kanningarnar vístu eisini, at uppblóming av plantuæti í royndarkørunum hendi væl áðrenn váruppblómingina í sjónum uttanfyri. Hetta komst av, at vatnið í kørunum var grunt, og nóg mikið var til av ljósi og føðslusøltum

Á Fiskaaling eru tey sera væl nøgdir við royndirnar hjá Tóru og Eiriki. At hjálpa sær við verkætlanini, hava Tóra og Eirikur havt Eilif Gaard sum vegleiðara.

26 lívfrøðingar frá Setrinum
Síðani fyrsta bachelorprógvið í lívfrøði var givið í 1998, hava tilsamans 26 lívfrøðingar fingið prógv frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

 

Les bachelor ritgerðina "Effects of Various Nutrient Compositions on Phytoplankton Cultivation" (pdf-fílur; 9,05 mb).