02.02.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Tveir nýggir biologar

Útbreiðslumynstrið hjá summum av fiskasløgunum undir Føroyum er broytt seinastu árini. Helst er tað tann hækkandi hitiní sjónum, sum er orsøkin til hetta fyribrigdið.


Hetta kann lesast í einari nýggjari ritgerð, sum Hannipoula Olsen og Helgu Báru Mohr Vang júst hava latið úr hondum í samband við teirra bacherlorútbúgving í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Heitið á ritgerðini er:


Effects of marine climate on the spatial distribution of fish species on the Faroe Shelf

og snýr seg um, hvørja ávirkan broytingarnar í  havumhvørvinum hava á útbreiðsluna av fiski á føroyska landgrunninum.

SJÓGVURIN GERST HEITARI
Hesi seinastu árini er sjógvurin í Norðuratlantshavinum vorðin alsamt heitari. Hitamátingar av sjónum við Oyrargjógv vísa, at í 1993 var miðalhitin fyri alt árið 7,4º C, men í 2003 var hitin hækkaður 1,4º C, upp til 8,8º C. Eftir hetta lækkaði hitin aftur, og í 2008 var hann 8,4ºC. Eisini í Norðsjónum er sjógvurin vorðin heitari. Árini 1977 til 2001 hækkaði miðalhitin í Norðsjónum 1,05ºC.

 

FISKURIN FLÝGGJAR UNDAN HITANUM
Tá sjógvurin gerst heitari, broytast livilíkindini hjá fiski og tað ávirkar útbreiðslumynstrið. Tey fiskasløg, sum trívast í heitari sjógvi, kunnu flyta seg norðureftir, tí livilíkindini í hesum økinum nú eru vorðin betur. Hjá teimum fiskasløgunum, sum liva í kaldari sjógvi, versna livilíkindini. Hesi kunnu flýggja undan hitanum, antin við at flyta seg longur norður, ella fara á djypri vatn, har sjógvurin er kaldari.

Kanningar av fiski í Norðsjónum vísa, at sjálvur kjarnin í útbreiðsluøkinum hjá nærum 2/3 av fiskasløgunum í Norðsjónum hevur flutt seg. Í flestu førum hava fiskasløgini flutt seg longur norður, men tað eru eisini tey, sum hava flutt seg suðureftir, og onkur teirra standa djypri í dag enn fyri 25 árum síðani.


HVUSSU ER STØÐAN UNDIR FØROYUM?
Men hvussu er støðan undir Føroyum: Er útbreiðslumynstrið hjá fiski eisini broytt um okkara leiðir? Hetta vildu Hannipoula og Helga Bára finna út av. Tað ber til at staðfesta hetta við at kanna úrslitini frá yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni.

Tvær ferðir um árið ger Magnus Heinason yvirlitstrolingar á Landgrunninum. Hesar kanningar eru ein týðandi partur av grundarlagnum, tá stovnsmetingar skulu gerast av fiskastovnunum undir Føroyum. Um várið verða 100 trolstøðir tiknar, og um heystið, 200 støðir. Tá trolið er komið á dekkið, verður veiðan skild í fiskasløg og gjørt verður upp, hvussu nógv er fingið av hvørjum slagi, bæði í vekt og í tali fyri hvørja einstaka støð. Tá somu støðirnar verða tiknar á hvørjum ári, ber til, at samanbera og síggja um fiskurin hevur flutt seg. Árini 1994 til 2008 vóru tilsamans 4.076 trolstøðir tiknar á føroyska landgrunninum, 1.478 um várið og 2.598 um heystið.

TOSKUR OG KONGAFISKUR FLUTT SEG
Úrslitið vísti, at útbreiðslumynstrið hjá fleiri av hesum fiskasløgunum er broytt hesi árini. Eitt nú er toskurin meira eystarlaga um várarnar nú, enn hann var fyri nøkrum árum síðani. Men tað undarliga er, at hendan broytingin ikki er at finna hjá toskinum um heystið. Kanningin hjá Helgu Báru og Hannipoulu vísti eisini nøkur sera áhugaverd úrslit fyri tvey kongafiskasløg: stóra kongafisk og trantkongafisk. Hesi høvdu flutt seg mótsattan veg í mun til hvørt annað. Meðan stóri kongafiskur hevði flutt seg djúpari og meira vestureftir, so hevði trantkongafiskur flutt seg á grynri vatn og meira eystureftir.

 

At fiskurin við Føroyar flytur seg eystur og vestureftir, heldur enn suður og norður, fyri at laga seg til hitabroytingar, kemst av, at sjógvurin eystanfyri Føroyar er kaldari enn sjógvurin vestanfyri. Sostatt hevur tað somu ávirkan á fiskin undir Føroyum, tá hann flytur seg eystureftir, sum tað hevur fyri fiskin í Norðsjónum, tá hann flytur seg norðureftir.
 
Fleiri onnur áhugaverd úrslit eru eisini at finna í kanningini hjá teimum báðum.  Samanumtikið kann sigast, at fiskasløgini, har broytingar sóust, eru bæði av vinnuligum og ikki vinnuligum týdningi. Í niðurstøðuni siga tær báðar, at um hitin í sjónum heldur á fram at økjast, kann hetta órógva vistskipanina í føroyskum sjógvi, so uppaftur størri broytingar fara at síggjast í framtíðini.