University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2023-09-08 at 13-33-12 Eth - Wikipedia.png

Fyrsti verkstaðurin í september verður um tað onkuntíð tvørliga ð-ið, næsti verkstaðurin verður um, hvussu kvalitetur fæst í universitetsuppgávuna

08.09.2023
Setrið Føroyamálsdeildin

Tveir verkstaðir í september fyri lesandi á Setrinum

Í september verða tveir verkstaðir fyri lesandi á Setrinum, annar 13. september um Ð, hin 20.september um at fáa góðsku í sínar universitetsuppgávur

Lena Reinert á Føroyamálsdeildini fer 13. september frá klokkan 13:00 til 15:00 at hava verkstað fyri lesandi á Setrinum um Ð, sum kann vera tvørligt hjá mongum at handfara rætt í tekstum.

Verkstaðurin verður hildin á Føroyamálsdeildini í V.U. Hammerhaimbs gøtu 22, og pláss er fyri 15 lesandi.

Tilmelding er á heimasíðuni hjá teimum lesandi, sum eitur sessur.fo.

Melda til her.

20. september verður aftur verkstaður fyri lesandi á Setrinum.

Tá verður evnið, hvussu ein fær góðsku í sína universitetsuppgávu.

Bjørg Jacobsen stendur á odda fyri verkstaðinum, sum verður frá klokkan 13:00 til 15:00 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25.

Melda til her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving