17.12.2009
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Tvey støk masterskeið í løgfrøði

Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar í vár út tvey støk masterskeið í løgfrøði, ið eftir umsókn kunnu gerast partur av masterútbúgving.


Føroysk fyrisitingarlóg

Stakskeiðið í løgfrøði ber heitið ”Føroysk fyrisitingarlóg” og telur 10 námsstig á masterstøði, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi masterútbúgving í lóg.

 

Undirvísingin byrjar 5. februar 2010. Skrivlig próvtøka verður 20. apríl 2010

 

Undirvísingarætlan
Nærri lýsing av skeiðnum

 

Lærari verður Kári á Rógvi PhD lektari. Eisini verða  gestafyrilesarar

 

Endamálið er at veita innlit í føroyska fyrisitingarlóg, serliga í tey mongu sløgini av rættarkeldum, tinglógir, dómalóg, venju hjá umboðsmannastovni, kærunevndum og øðrum stovnum. Út frá dømum um praktiskar avbjóðingar í føroyskari fyrisiting verða tey lesandi kunnaði um mótið millum evniligar, tøkniligar spurningar og so fyrisitingarligar spurningar. Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rættarstøðuna.

 

Í praktiskari fyrisiting á almennum stovnum vera stór krøv sett fyrisitarum, bæði lógkønum og fólki við aðrari útbúgving. Karmar eru settir í lóg, men innan hesar karmar skulu fyrisetarar at leggja virki sítt til rættis, ráðgeva ovastu leiðsluni um møguleikar og avleiðingar. Hetta kann bæði vera avbjóðandi og spennandi, men setir eisini krøv um at gera vart við seg, tá ið ætlan er at taka óheimilaði stig. Oftast er neyðugt bæði at hava serkunnleika á ávísum fyristingarligum ella tøkniligum øki umframt duga at brúka fyrisitingarligar meginreglur. Skeiðið skal tí geva teimum lesandi kunnleika og amboð at greina tær ymsu skyldur og reglur, ið hvíla á fyrisitingin. Tey lesandi verða fyrireikaði til ráðgevandi leiklutin í almennari fyrisiting.

 

Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilesarum. Eisini verða studentaframløgur.

 

Próvtøkuformur:  Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, skrivlig próvtøka 2/3. Uttanseturs próvdøming.

 

Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er útbúgving á bachelorstigi við nóg mikið av løgfrøði ella javnmettum fakum eitt nú grundskeiði í lóg.

 

Umsóknarblað fæst her                       

________________________________________________________________________________  

 

Mannarættindi og revsirættur í Føroyum

Stakskeiðið í løgfrøði ber heitið ”Mannarættindi og revsirættur í Føroyum” og telur 10 námsstig á masterstøði, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi masterútbúgving í lóg.

 

Undirvísingin byrjar 9. apríl 2010. Munnlig próvtøka verður 21. og 22. juni 2010.

 

Undirvísingarætlan                  
Nærri lýsing av skeiðnum

 

Lærari verður Kári á Rógvi PhD lektari. Eisini verða gestafyrilesarar

 

Endamálið við skeiðnum er at veita innlit í týdning fyri og ávirkan á revsirætt av mannarættindum, serliga Europeiska Mannarættindasáttmálanum. Tey lesandi skulu fáa nøktandi innlit í revsing og mannarættindi til tess at kunnu eyðmerkja og greina trætur, har hesar rættarreglur fáa týdning í senn og tí bæði møtast og skulu avvigast.

 

Skeiðið kannar bæði almennar og serstakar spurningar á mótinum millum revsirætt og mannarættindi. Meginreglur sum legalitetsprinsippið í § 1 í verandi donsk-føroysku revsilóg og forboðið móti afturvirki í grein 7 í EMRS verða viðgjørd. Harumframt verður hugt at tulkingarstíli og venju hjá bæði norðurlendskum dómstólum og Europeiska Mannarættindadómstólinum. Evni sum framsøgufrælsi og trúarfrælsi í samvirkan við revsirætt eru somuleiðis sera týðandi. Skeiðið er serliga viðkomandi, nú ætlanir eru at yvirtaka revsirætt sum føroyskt sermál.

 

Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilestrarhaldarum – ætlandi dómarum og lærdum úr grannalondum og Føroyum. Eisini verða studentaframløgur.

 

Próvtøkuformur: Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, munnlig próvtøka 2/3. Uttanseturs próvdøming

 

Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er útbúgving á bachelorstigi við nóg mikið av løgfrøði ella javnmettum fakum eitt nú grundskeiði í lóg.

 

Umsóknarblað fæst her                                      
________________________________________________________________________________


Skeiðini eru nógv eftirspurd og kosta 5.500,00 kr. hvørt. Lesandi innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya ella við annan hægri lærustovn fáa tó skeiðið ókeypis.

 

Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncks gøta 25, 4.h., Tórshavn, tlf. 352580.  

 

Avmarkað luttøka

 

Umsóknarfreistin er sett til týsdagin 19. januar 2010. Tikið verður tó upp til skeiðini eru fullsett. 

 

FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00
J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
www.setur.fo