30.08.2017
Til lesandi Búskaparráðið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Tvørrandi samskipan av búskaparpolitikkinum

Búskaparráðið legði fram sína frágreiðing fyri heysti 2017 á tíðindafundi á Føroya Gjaldsstovu í dag, hósdag 31. august 2017 kl. 9.


Umframt konjunkturmeting, snýr frágreiðingin seg um serlig viðurskifti í konjunkturgongdini. Í hesum sambandi vísir Búskaparráðið eitt nú á, at ein betri samskipan av almenna íløgupolitikkinum hevði minkað um sveiggið í

búskapinum og fløskuhálsarnar á byggi- og bústaðarmarknaðinum.

Vøksturin í búskapinum heldur fram

2014

2015

2016

2017

2018

Mettur BTÙ-vøkstur í leypandi prísum

7,5%

5,6%

6,8%

6,0%

4,1%

Í byrjanini av fíggjarkreppuni í 2008 var handilsjavnin negativur við 1.517 mió. kr. uttan skip. Í dag
er handilsjavnin batnaður til 1.895 mió. kr. uttan skip. Hetta er ein betring uppá 3,4 mia. kr.
Búskaparligu indikatorarnir seinasta hálvárið benda á ein alsamt týðiligari hákonjunktur eyðkendan
av lágum arbeiðsloysi, høgum arbeiðsvirkni, nettotilflyting, íbúðartroti í miðstaðarøkinum og
búskaparvøkstri. Útlit eru fyri einum yvirskoti á landsroknskapinum í 2017 og 2018.

Fólkavøkstur og bústaðartrot
Stóri fólkavøksturin seinastu árini hevur økt fólkatalið upp um 50.000 í 2017, og hetta hevur vaksið
um eftirspurningin eftir bústøðum. Dátuni benda á, at hesin vøkstur í fólkatalinum hevur ein
uppgangskonjunktur í Føroyum sum sína meginforkláring. Broytist hesin uppgangskonjunkturur til
ein niðurgangskonjunktur, kunnu vit ikki útiloka, at nettotilflytingin broytist til eina nettofráflyting
við tí avleiðing, at fólkatalið í Føroyum aftur minkar.

Almennu og privatu íløguverkætlanirnar hava upptikið eitt vaksandi tal av handverkarum, bæði
føroyskar og útlendskar. Stóru tíðarsamanfallandi privatu og almennu íløgurnar síðan 2013 hava
trokað burtur bústaðarbygging, samstundis sum tær hava vaksið um kostnaðarstøðið í
bústaðarbygging og bústaðarumvælingum.

Kommunali búskapurin
Fyri 2017 hava kommunurnar budgetterað við einum merkisvert stórum halli á 610 mió. kr.
Kommunalu íløgurnar eru budgetteraðar til 985 mió. kr. í 2017, og er hetta munandi hægri enn
undanfarin ár. Fyri 2016 varð budgetterað við einum halli á 454 mió. kr., meðan roknskapurin fyri
2016 kom at vísa eitt avlop á 65 mió. kr. Fyri landið og kommunugeiran er budgetterað við einum
halli í 2017 á 472 mió. kr. Fyri allan almenna geiran er sostatt sambært hesum útlit til rættuliga
stórt hall í 2017, men sambært royndunum undanfarin ár er ikki vist, at hetta kemur at ganga út.
Ein víðkan av játtanarkørmum landsins til eisini at fevna um kommunurnar kundi verið ein liður í
búskaparligari samskipan millum land og kommunur.

Konjunkturviðgangandi búskaparpolitikkurin, herundir serliga íløgurnar, endurtekur seg.
Búskaparráðið hevur frámælt teimum ójøvnu árligu íløgustøddunum, ið økja um óstøðugleikan í
búskapinum.


Búskaparfrágreiðingin er at finna á heimasíðu Fróðskaparsetursins/Búskaparráðsins HER

Um nakar ynskir at fáa viðmerkingar til heystfrágreiðingina 2017, kann viðkomandi venda sær til
Sverra Hansen, formann, á tlf. 22 81 32