University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Turið Sigurðardóttir Og Bergur Djurhuus Hansen FMD

Turið Sigurðardóttir fær eina heilsan frá starvsfeløgunum á Føroyamálsdeildini. T.h. Bergur Djurhuus Hansen, dekanur

29.05.2026
Setrið Føroyamálsdeildin

Týðaraheiðursløn nevnd eftir Turið

Týðaraheiðursløn er nevnd eftir Turið Sigurðardóttur, professara emerita á Fróðskaparsetri Føroya

The Turið Sigurðardóttir Translation Prize for Icelandic and Faroese Literature verður latin fyri týðingar av íslendskum og føroyskum bókmentum til enskt.

Tað er The American-Scandinavian Foundation, sum hevur stovnað nýggju virðislønina. 

Heiðurin fær Turið Sigurðardóttir m.a. fyri sítt ídni sum bókmentafrøðingur á Fróðskaparsetri Føroya og fyri sítt fjøltáttaða virksemi sum íbirtari, týðari, útgevari og stuðul hjá mongum, sum hava arbeitt við bókmentum.

Stigtakararnir til virðislønina siga m.a. í tíðindaskrivi, at Turið Sigurðardóttir í áratíggju ótroyttiliga hevur ment eitt alsamt vaksandi lið av týðarum til og úr føroyskum, og at hon við sínum forlagi Ungu Føroyar hevur stuðlað rithøvundum á so mangan hátt.

Vónað verður, at Turið Sigurðardóttir-virðislønin fer at eggja fleiri týðarum at fáast við føroyskar og íslendskar bókmentir.

Á Føroyamálsdeildini hevur Turið Sigurðardóttir í fleiri umførum undirvíst í týðingarfrøði, og hon hevur staðið fyri altjóða summarskeiðinum í føroyskum, sum hevur alt fram fleiri týðarar av føroyskum bókmentum til onnur mál.

The American-Scandinavian Foundation hevur eisini aðrar virðislønir um hendur, m.a. Nadiu Christensen-virðislønina, ið verður latin fyri týðingar úr norðurlendskum málum til enskt.  

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving