University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Skærmbillede 4 9 2025 83634 Www.Uarctic.Org
04.09.2025
Setrið Setursskrivstovan

UArctic Congress 2026 hevur nú egna heimasíðåu

Heimasíðan hjá stóru ráðstevnuni, UArctic Congress 2026, sum verður í Føroyum frá 26.-29. mai 2026, er nú almenn og verður støðugt dagførd 

Heimasíðan hevur í løtuni kunning um fyriskiparar, ráðstevnunevndir og eisini fyribils kunning um ferðing og uppihald í Føroyum.

Í næstum verður heimasíðan dagførd við kunning um útboð um íkast til skránna (call for abstracts), og skráin verður eisini dagførd sohvørt, og aðrar praktiskar upplýsingar verða somuleiðis at síggja á heimasíðuni.

UArctic Congress 2026 verður hildin frá 26. til 29. mai 2026 í Havn. Tiltakið verður fyriskipað av Fróðskaparsetri Føroya í samstarvi við Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Havstovuna.

Havráðstevnan hjá formansskapinum í Ríkisfelagsskapinum í Arktiska Ráðnum, sum verður samstundis, verður eisini partur av skránni á UArctic Congress. Endamálið við tí ráðstevnuni er at styrkja samstarvið um havfrøði.

Samband: uarcticcongress@setur.fo

Tað var aðalfundurin í UArctic-samstarvinum, sum í fjørsummar samtykti, at Fróðskaparsetur Føroya skuldi vera vertur til UArctic-Congress 2026, sum verður ein av størstu altjóða ráðstevnunum í landinum nakrantíð. Lesið meira um tað her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 53

    Costas Kadis, ES-kommisserur: - Hetta er órættvíst

  2. Martin Tvede Zachariasen Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 40

    UArctic Congress 2026 sett

  3. Herskip Í Havn Bjarni Rubeksen KVF

    Alment tiltak: Smátjóðir í stórveldastríðnum