University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Skærmbillede 20 5 2025 161433 New.Uarctic.Org
09.12.2025
Setrið Setursskrivstovan

UArctic Congress 2026: Klárt at senda uppskot um samandrátt inn

Nú er klárt at senda uppskot um samandrátt til UArctic Congress 2026. Freistin at lata inn er 15. januar 2026 klokkan 15:00 (16:00 CET)

UArctic Congress 2026 verður hildin við Tjarnir frá 26. til 28. mai 2026.

Øll kunnu nú senda uppskot inn um samandrátt (abstract) í samsvari við sessiónirnar, sum eru góðkendar í skránni. Evnini eru hesi:

  • Burðardygg vinnulig menning og altjóða samstarv
  • Hav og havrannsóknir
  • Veðurlagsbroytingar í Arktis
  • Lívfrøðiligt margfeldi
  • Upprunafólk og samfeløg í Norðri

Evnini á ráðstevnuni eru í samsvari við raðfestingarnar, sum Grønland, Føroyar og Danmark hava, nú londini hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá 2025-2027.

Nærri kunning um, hvussu tú sendir uppskot inn, eru her.

Les meira um longdu freistina at senda samandrátt inn her.

UArctic Congress er ein ráðstevna, ið verður hildin annaðhvørt ár. Hon samansjóðar vísindaliga ráðstevnu og høvuðsfundir í UArctic-netverkinum. UArctic Congress 2026 verður fyriskipað av Fróðskaparsetri Føroya í samstarvi við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Havstovuna

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing