Martin Tvede Zachariasen, rektari (Foto: Jens Kristian Vang)
UArctic Congress 2026 sett
– Arktis er ikki bara eitt landafrøðiligt øki. Í vaksandi mun er hetta staðið, har nakrir av týdningarmestu spurningunum í okkara tíð reisa seg, segði Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, m.a. í røðu síni til setanina av UArctic Congress 2026 í morgun
Harra løgmaður, landsstýrisfólk, kommisserur, borgarstjóri, góðu gestir, starvsfelagar og vinfólk.
Tað er mær ein stór gleði og sannur heiður at bjóða tykkum vælkomnum til okkara vøkru oyggjar mitt í Norðuratlantshavi.
Vegna Fróðskaparsetur Føroya, sum er vertur fyri kongressini, eri eg errin av at kunna bjóða tykkum – granskarum, undirvísarum, politikarum, almennum starvsfólkum, vinnulívsfólki og mongum øðrum – vælkomnum til tríggjar dagar við netverkan, kjaki og nýggjari vitan um eitt breitt úrval av evnum, ið knýta seg at høvuðsevninum fyri ráðstevnuna: Frísk fólk og høv í Arktis.
Arktis er ikki bara eitt landafrøðiligt øki. Í vaksandi mun er tað eitt stað, har nakrir av týdningarmestu spurningunum í okkara tíð renna saman: geopolitiskur spenningur, veðurlagsbroytingar, burðardygg menning, orka, trygd, lokal vitan, útbúgving og altjóða samstarv.
Eingin av hesum avbjóðingum kann loysast av einum landi einsamøllum. Og eingin teirra kann loysast við politikki uttan gransking – ella við gransking uttan samrøðu við samfelagið.
Sum týðandi stovnur við ábyrgd av hægri útbúgving og gransking hevur Fróðskaparsetur Føroya eina serliga og áhugaverda søgu, sum gongur meira enn 60 ár aftur í tíðina. Fyrsti professarin á Setrinum var kendi frøðingurin og fólkakæra skaldið, Christian Matras. Hann hevði ein avgerandi leiklut í granskingini av føroyska málinum – sjálvum kjarnanum í føroyskum samleika og føroysku mentanini.
Takkað verið arbeiðinum hjá Christiani Matrasi og øðrum frøðingum á Fróðskaparsetrinum – umframt miðvísum íløgum í føroyska skúlaverkið, Kringvarp Føroya og aðrar mentanarstovnar – stendur føroyska málið sterkari enn nakrantíð áður.
Ung í Føroyum eru errin av máli sínum, og tað verður brúkt á øllum økjum í samfelagnum. Málsligu mørkini verða enntá flutt og víðkað gjøgnum skapandi list.
Í dag hevur Fróðskaparsetur Føroya ein týdningarmiklan leiklut í menningini av føroyska samfelagnum sum heild. Við útbúgvingum, ið fevna frá máli og søgu til løgfrøði, búskap, lívfrøði og verkfrøði – og ikki minst gjøgnum okkara týðandi ábyrgd at útbúgva fólkaskúlalærarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar.
UArctic Congress 2026 er eitt greitt prógv um fakligu førleikarnar og altjóða útsýnið hjá Fróðskaparsetrinum. At vera vertur fyri eini ráðstevnu við fleiri luttakarum enn Setrið hevur lesandi hevur verið ein stór uppgáva. Føroyskir granskarar eru væl umboðaðir á ráðstevnuni, og tað eri eg stoltur av.
Harumframt eru allar tænastur í sambandi við ráðstevnuna – frá tilmeldingarskipanini til visuella sniðið av staðnum – veittar av føroyskum fyritøkum. Undirmet ongantíð førleikarnar hjá smáum, men treiskum norðurlendskum samfeløgum!
Undir seinna heimsbardaga róptu bretskir hermenn, ið vóru her, stundum Føroyar “the Land of Maybe”, tí vit liva so tætt knýtt at ráari og umskiftiligari náttúru. Meðan tit eru her, kunnu tit væl uppliva allar fýra árstíðirnar sama dag. Men tá ið umstøður leggja forðingar fyri okkum, laga vit okkum til tær og finna nýggjar leiðir fram.
Nútímans infrakervi okkara – við einum umfatandi vegakervi við tunlum og undirsjóvartunlum, sum knýta umleið 90 prosent av fólkinum saman – hevur gjørt gerandisdagin meira tryggan og minni treytaðan av sjógvi og vindi.
Kortini liva vit kanska øll í einum “World of Maybe”. Óvissa er einfalt ein partur av tí at vera menniskja. Fólk í Norðurlondum hava altíð dugað væl at laga seg til broytiligar umstøður, og tað er sanniliga ein styrki, sum ikki eigur at verða undirmett í teimum óvissu altjóða tíðum, vit liva í í dag.
At enda vil eg hjartaliga takka starvsfólkum og sjálvbodnum, sum hava hjálpt til við at skipa hesa ráðstevnu. Tit hava verið heilt fantastisk! Eg vil eisini takka leiðsluni í UArctic fyri álitið, tey hava sýnt okkum sum verti fyri hesi ráðstevnu. Tað meta vit sera høgt.
Nakrar av bestu samrøðunum á ráðstevnum fara ikki bara fram í fyrilestrarhølum, men eisini kring døgurðaborð, undir gongutúrum og í løtunum har ímillum. Eg vóni, at henda ráðstevnan fer at skapa nógvar slíkar løtur.
Vit fara at gera okkara allar besta fyri at gera upplivingina hjá tykkum so góða sum gjørligt.
Vælkomin á UArctic Congress 2026!
Takk fyri!
Lesið originalrøðu rektarans, sum var á enskum her.