University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Uarctic.jpg
09.05.2025
Setrið

UArctic: Shared Voices 2025 er útkomið

Tíðarritið Shared Voices 2025 er nú komið út við mongum spennandi greinum, sum øll hava atgongd til at lesa

Shared Voices er árliga tíðarritið hjá Uarctic-samstarvinum, har Fróðskaparsetur Føroya er við, og nú er fesk útgáva aftur tøk bæði á neti og prenti.

Í ár snýr tíðarritið seg um førleikamenning gjøgnum útbúgving og vitanardeiling.

Her eru søgur um at endurvekja mál hjá upprunafólki, víðka um luttøku í pólgransking við óformligari STEM-undirvísing, menna verkfrøðilestur í Grønlandi, gera starvsvenjingarætlan við permafrosti í miðdeplinum og nógvar aðrar søgur við.

Sum kunnugt verða Føroyar vertur fyri UArctic-kongressini næsta ár, har millum 600 og 1.000 altjóða luttakarar verða bodnir við, og har Arktis liggur undir luppinum. Luttakarar koma frá universitetum, felagsskapum og vinnulívi. Í tíðarritinum er eisini ein góð grein um hetta ódnartakið, sum stendur fyri durum í Føroyum.

Lesið tíðarritið her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving