University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Um allar gáttir
21.11.2017
Til lesandi Føroyamálsdeildin

Um allar gáttir

Ein dagur í Norðurlandahúsinum um yrkingar og myndir eftir Tórodd Poulsen


Fríggjadagin 24. november skipa Føroyamálsdeildin og Norðurlandahúsið fyri einum degi um yrkjaran og myndlistamannin Tórodd Poulsen. Tóroddur Poulsen hevur givið út fleiri enn 30 yrkingasøvn. Harumframt hevur hann regluliga listaframsýningar, og hann blandar ikki so sjáldan myndir og tekst.

Dagurin er skipaður sum eitt seminar. Føroyskir og útlendskir granskarar fara at halda fyrilestrar um tættir í yrkingum og myndum eftir Tórodd. Byrjað verður kl. 10 og endað verður kl. 15. Ókeypis atgongd.

Skráin sæst HER

Í fyrireikingarnevndini eru: Turið Sigurðardóttir, Bergur Djurhuus Hansen, Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum