30.08.2018
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Um pápar og familjulív í Føroyum

Firouz Gaini hevur fingið stuðul til nýggja verkætlan, sum byrjar á Søgu og Samfelagsdeildini 1. november í ár, har evni er um pápar og familjulív í Føroyum

Umframt Firouz, luttaka Runa Preeti Ísfeld, Lív Patursson, og Kári Holm Johannessen úr Føroyum, og  Ann-Dorthe Christensen, professari á Aalborg Universitet, úr Danmark.

Heitið fyri verkætlanin er “Faroese Fatherhood in Transition? Exploring everyday life, family relations, and masculinity across two generations of men in contemporary Faroe Islands”. Verkætlanin skal kanna støðuna og leiklutin hjá pápum í Føroyum í dag.

Við verkætlanini er ætlanin at varpa ljós á broytingum í samfelagnum (arbeiðsmarknaðar- og familjuviðurskifti) við støði í gerandislívinum, familjulívinum, og kynssamleikanum hjá pápum, sum umboða tvey ættarlið.

Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við granskarar á Center for Maskulinitetsstudier (CeMAS) í Aalborg.