21.12.2015
Setursskrivstovan
Skriva út

Umboð fyri lesandi valt í stýrið

Valúrslitið fyriliggur nú til valið av lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.


Sum kunnugt hava fýra valevni bjóðað seg fram sum umboð teirra lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Valúrslitið gjørdist hetta: 

Kolbrún í Haraldsstovu, NVD     15 atkvøður
Ingun H. Söderqvist, NÁD     10 atkvøður
Bergur A. Dalsgarð, SFD       9 atkvøður
Tór Marni Weihe, NÁD       4 atkvøður

Sostatt gjørdist Kolbrún í Haraldsstovu umboð og Ingun H. Söderqvist varaumboð í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. 

Kolbrún í Haraldsstovu er 23 ár og lesur lívfrøði á Setrinum.

Valnevndin ynskir nýggja umboðnum og varaumboðnum tillukku við valinum. 

Valnevndin