Umsóknarblað til stuðul frá north2north
Nú er møguleiki fyri at søkja um fíggjarligan stuðul frá north2north.
Hesin stuðul verður veittur bæði lesandi og granskarum, ið hava heimstað á einum av luttakandi stovnunum, og lesandi og granskarum, ið ynskja at vitja ein av luttakandi stovnunum. Freistin at søkja er 15. februar 2019.
North2north-samstarvið er liður í UArctic samtakinum, og umframt seks lærdar háskúlar úr danska ríkinum, taka lærdir háskúlar frá øðrum arktiskum londum eisini lut í samstarvsætlanini, ið leggur dent á skiftisvirksemi millum luttakandi útbúgvingarstovnarnar.
Útbúgvingarstovnarnir, ið taka lut í north2north-ætlanini eru Aarhus Universitet, Center for Arktisk Teknologi á Danmarks Tekniske Universitet, Roskilde Universitet, Ilisimatusarfik (lærdi háskúlin í Grønlandi), Institut for Miljø- og Erhvervsøkonomi á Syddansk Universitet og Fróðskaparsetrið.
Fullfíggjaður listi yvir luttakarar sæst HER
Lesandi skulu fylla út umsóknarblað og senda tað til setur@setur.fo í seinasta lagi fríggjadagin 15. februar 2019. Umsóknarblaðið kann takast niður við at trýsta HER.
Granskarir skulu fylla út eitt umsóknarblað á heimasíðuni hjá UArctic, eisini í seinasta lagi fríggjadagin 15. februar 2019. Umsóknarblaðið er at finna á hesum leinki
Nærri kunning um north2north finnur tú HER
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSACS 2024: Altjóða skeið í Tansania um landgrunsrættHesa vikuna verður skeiðið í havrætti, Summer Academy on...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinPh.d.-verja: Sigri M. Gaïni6.mai klokkan 13.00 fer Sigri M. Gaïni at verja sína ph.d...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFrá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilógAlmenn og ókeypis ráðstevna verður um revsilóg í Kongshøl...