Á midnátt er evstamark at søkja inn á Fróðskaparsetur Føroya (Foto: <a href="https://www.freepik.com/free-photos-vectors/background">Background vector created by starline - www.freepik.com</a>)
Brynhild Thomsen
01.07.2020
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Umsóknarfreist er á midnátt

Fimm master- og 11 bachelorútbúgvingar standa lesandi í boði hetta lestrarárið, og umsóknirnar skulu sendast nú. Her eru leinki til tær allar

Á midnátt er freistin at søkja inn á Fróðskaparsetrið.

Útbúgvingarnar eru nógvar í tali og fevna breitt. Skal tú undir framhaldslestur, eru tildømis fimm masterútbúgvingar at velja í.

Til dømis kanst tú lesa master í heilsuvísindum. Talan er um heilsufakliga masterútbúgving, sum í útgangsstøði er hálvtíðarlestur, men kann takast sum fulltíðarlestur.

Eisini hevur Føroyamálsdeildin master í føroyskum, og so eru tær tríggjar masterútbúgvingarnar á Søgu- og Samfelagsdeildini, politikkur og umsiting, sosialvísindi og samfelagsplanlegging og søga.

11 bachelorútbúgvingar

Bachelorútbúgving er sjálvstøðug útbúgving, men er eisini grundarlag undir viðari lestri á masterstigi. Og har hevur Fróðskaparsetrið 11 ymsar á tímatalvuni komandi lestrarár.

Tú kanst lesa mál og bókmentir á Føroyamálsdeildini við at taka ein bachelor í føroyskum.

Á Námsvísindadeildini kanst tú lesa til fólkaskúlalærara og námsfrøðing.

Vilt tú heldur arbeiða í heilsuverkinum, so kanst tú gerast sjúkrarøktarfrøðingur við at taka bachelor á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.

Eru tað náttúruvísindini, sum draga, so eru tríggjar útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini, lívfrøðiKT-verkfrøði og mýlalívsvísindi.

Og fimm bachelorútbúgvingar eru at velja í á Søgu- og samfelagsdeildini. Bachelor í søgu - smátjóðir og altjóðagerð, politikkur og umsiting, sosialvísindi og samfelagsplanlegging og búskaparfrøði.

Vit hava savnað allar útbúgvingarnar í hendan faldaran, so tú fært betri yvirlit.

Umsóknarbløð eru her.

Og her eru nøkur góð ráð til tín, sum nú fert undir lestur.

VÆLKOMIN Á SETRIÐ! :-)