Anna Katrin Matras
17.04.2019
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Lestrarskrivstovan
Skriva út

Umsóknarfreist til kvotu 2 farin

Á midnátt 15. apríl var freist at søkja inn til lestur á Setrinum eftir kvotu 2. Samanlagt 103 umsøkjarar hava valt henda møguleika

Møguleikin at søkja inn eftir kvotu 2 er fyri umsøkjarar, sum søkja inn til bachelorlestur. Tað er til teirra, sum antin ikki hava nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala miðnámspróvnum til at verða upptikin gjøgnum kvotu 1, til teirra, ið hava útlendsk miðnámsprógv ella teirra, ið ikki hava miðnámsprógv.

Fyri fyrstu ferð er møguligt at søkja inn at lesa løgfrøði á bachelorstigi, og tí eisini at søkja eftir kvotu 2. Tann vælumtókta bachelorútbúgvingin í búskaparfrøði varð ikki boðin út í fjør, men tann møguleikin er aftur, eisini eftir kvotu 2. Til nakrar av útbúgvingunum á Setrinum er bert møguligt at søkja inn annaðhvørt ár. Í ár bjóðar Náttúruvísindadeildin út aftur bachelorútbúgvingar í orkuverkfrøði, orkuvísindi og orkuvísindi og støddfrøði.

Í ár verða samanlagt 12 bachelorútbúgvingar bodnar út. Og býtið av kvotu 2 umsóknum til hesar útbúgvingar varð soleiðis:

Útbúgving

Tal

Búskaparfrøði 

2

Løgfrøði

16

Fólkaskúlalærari

20

Námsfrøði 

29

Sjúkrarøktarfrøði

36

Sosialvísindi og samfelagsplanlegging

0

Politikkur og umsiting

1

Søga - smátjóðir og altjóðagerð

0

Føroyskt - mál og bókmentir

0

Orkuverkfrøði

1

Orkuvísindi 

0

Orkuvísindum og støddfrøði

0

Samanlagt

105


Tølini skulu tók takast við fyrivarni. Til samanberingar var talið av kvotu 2 umsóknum í 2018 samanlagt 114.

Býtið av umsóknum líkist annars tí, vit hava sæð fyrr eftir kvotu 2, har útbúgvingarnar sjúkrarøktarfrøði, fólkaskúlalærari og námsfrøði eiga nógv tann størsta partin. Í ár eru 36 kvotu 2 umsóknir til sjúkrarøktarfrøði, í mun til 30 í 2018, 20 umsóknir til fólkaskúlalærara, í mun til 29 í 2018, og 29 kvotu 2 umsóknir til námsfrøði, í mun til 32 í 2018. At 16 kvotu 2 umsóknir eru til løgfrøðilestur vísir á ein stóran áhuga fyri hesi útbúgving.

Upptøkukravið til bachelorútbúgvingar á Setrinum er gymnasialt miðnámsprógv, umframt at tað til nakrar av útbúgvingunum krevst, at umsøkjarin lýkur møgulig serkrøv. Nærri kunning um serkrøv eru at finna á heimasíðuni undir teimum einstøku útbúgvingunum.

Freistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli á midnátt, og tá verður einans hugt eftir miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámspróvnum hjá umsøkjaranum.

Nærri kunning um upptøku sæst HER