31.05.2021
Setrið
Skriva út

Umsóknarfreistin er á midnátt 1. juni

Evstamark at søkja er á midnátt 1. juni, um tú ætlar at lesa bachelor í listaligum arbeiði, linjugreinalestur fyri fólkaskúlalærarar ella taka ískoytisútbúgvingina fyri lærarar og námsfrøðingar

Tríggjar umsóknarfreistir eru á midnátt 1. juni, og ein teirra er galdandi fyri linjugreinalesturin á Námsvísindadeildini.

Lestrarárið 2021 – 2022 verða linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgvingartilboð til lærarar og námsfrøðingar. Undirvísingin fer fram saman við lesandi á Námsvísindadeildini, og undirvíst verður vanliga tveir – í einstøkum føri tríggjar - dagar um vikuna, seks tímar hvørja ferð.

Linjugreinarnar hjá lærarum, sum telja 40 ECTS, eru býttar upp í trý skeið, og møguleiki er at taka eitt ella fleiri av teimum skeiðum, sum linjugreinarnar eru settar saman av. Linjugreinarnar hjá námsfrøðingum, sum telja 30 ECTS, eru býttar upp í tvey skeið.

Lesið meira um linjugreinalesturin og takið umsóknarblað niður her.

Ískoytisútbugvingin

Á midnátt 1. juni er eisini evstamark at søka inn á ískoytisútbúgvingina til bachelor fyri lærarar og námsfrøðingar.

Ískoytisútbúgvingin til bachelor verður skipað í trimum modulum, og undirvísingin fer fram í vikuskiftum.

Á skránni er vísindaástøði og háttaløg, akademisk háttaløg við sjálvvaldum evni, og so sjálv BEd-verkætlanin.

Lesið meira um ískoytisútbúgvingina og takið umsóknarblað niður her.

B.A. í listaligum arbeiði

Somuleiðis er umsóknarfreistin til bachelor í listaligum arbeiði á midnátt 1. juni.

Á hesi útbúgvingini ognar studenturin sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egna skapanargongd.

Útbúgvingin er 2/3 verklig og 1/3 ástøðilig og er býtt í tvær listaligar leiðir, ritlist og tónlist. Ein partur av námsevnunum er felags evni, og ein partur er treytaður av listaligu leiðini, sum studenturin velur.

Lesið meira um útbúgvingina her.

Og takið umsóknarblað niður her.