Skriva út

Umsóknarfreistin hjá starvslesandi broytt til 1. apríl

Nú stundar aftur til, at sendistovurnar taka inn starvslesandi og í ár er avgjørt at broyta umsóknarfreistina fyri fyrru hálvu til 1. apríl soleiðis, at starvslesandi hava longri fyrireikingartíð í samband við flyting.


Starvslesandi til Reykjavíkar, Brússel og London
Hesaferð eru tað sendistovurnar í Reykjavík, Brússel og London, ið taka ímóti starvslesandi. At vera starvslesandi á sendistovu er ein góð lívsroynd, og fyri sendistovuna eru starvslesandi ein virðismikil arbeiðsmegi.  
 
Sóley Heradóttir er fyrrverandi starvslesandi á Sendistovu Føroya í Reykjavík, hon hevur hugleitt um hennara tíð sum starvslesandi:
 
Góður førningur í framtíðini
 

”Eg fari altíð at minnast við gleði aftur á tíðina, eg var í starvsvenjing í uttanríkistænastuni í Reykjavík. Í hjartanum á býnum virkar sendistovan sum eitt bindilið millum grannalondini Føroyar og Ísland. Londini, sum á mongum økjum líkjast, men sum tó eru so ymisk. Gjøgnum arbeiðið á sendistovuni havi eg fingið gott innlit í íslendsk viðurskifti, alt frá fólki og mentan til politikk og stjórnarskipan, og havandi í huga vaksandi samstarvið millum londini, fer hetta óivað at roynast mær góður førningur í framtíðini. Viðurskiftini í Føroyum og Íslandi  eru eisini so lík og hava tískil verið sera áhugaverd at samanbera. Sum heild hevur starvsvenjingin givið mær hollar royndir og innlit í bæði føroyska og íslendska samfelagið umframt , at eg nú veit hvussu ein sendistova virkar og arbeiðir. Starvsvenjingin hevur ment meg á ein øðrvísi hátt enn bert lesturin hevði gjørt. Eg eri til reiðar at møta teimum avbjóðingum, ið arbeiðsmarknaðurin hevur at bjóða”.
 
Sóley Heradóttir Hammer, fyrrverandi starvslesandi á Sendistovu Føroya í Reykjavík.  Meira um starvslesandi í uttanríkistænastuni www.mfa.fo/Default.aspx;