07.04.2020
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Umsóknarfreistin til kvotu 2 útsett til 1. mai

Orsakað av korona-støðuni, hevur Fróðskaparsetur Føroya avgjørt at útseta umsóknarfreistina til kvotu 2 til 1. mai.

Í kvotu 2 verður ein samlað meting gjørd av øllum skjalprógvaðu førleikunum hjá umsøkjarunum, í mun til kvotu 1, har einans verður hugt at miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámspróvnum. Tey, sum søkja gjøgnum kvotu 2, skulu saman við umsóknini leggja skjalprógv fyri førleikunum. Orsakað av støðuni í Føroyum í løtuni, kann vera torført hjá umsøkjarum at fáa til vega neyðugu skjølini, tí fyritøkur og stovnar ikki hava opið sum vanligt. Tí hevur Fróðskaparsetrið avgjørt at útseta umsóknarfreistina til kvotu 2 til fríggjadagin 1. mai 2020 á midnátt.

Umsøkjarar, ið hava spurningar um at søkja inn á Setrið, eru vælkomnir at seta seg í samband við Lestrarskrivstovuna á Fróðskaparsetrinum við at senda boð til LSS@setur.fo ella ringja til 35 25 20.

Stutt um kvotu 2

Kvota 2 er ætlað umsøkjarum, ið ikki hava nóg høgt miðalpróvtal til at koma inn gjøgnum kvotu 1, umsøkjarum, ið ikki hava fult gymnasialt miðnámsprógv og umsøkjarum, ið hava miðnámsprógv, ið er lokið uttan fyri norðurlond. Í kvotu 2 verður ein samlað meting gjørd av øllum skjalprógvaðum førleikum. Upp til 30% kunnu takast inn til útbúgvingarnar gjøgnum kvotu 2. Les meira um kvotu 2, og hvat telur við í umsóknini HER.

Les meiri um, hvussu tú søkir inn á Setrið HER