University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

Tey fimm, sum hava verið partur av ársins lýsingarátaki: Turið, Helgi, Jógvan, Anna Lovisa og Regin, sum øll lesa á Fróðskaparsetri Føroya

07.07.2026
Setrið Lestrarskrivstovan

Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum

Nú Fróðskaparsetur Føroya eftir umsóknarfreistina hevur gjørt upp, hvussu nógv hava søkt um lestrarpláss, standa 11,5 prosent fleiri umsóknir á botnlinjuni enn í fjør

Tá skrúvað var niður fyri ársins lýsingarátaki á midnátt 1. juli, fór Lestrarskrivstovan á Setrinum at telja saman, hvussu nógvar umsóknir vóru innkomnar. 

Úrslitið er, at 345 hava søkt um bachelorpláss, 77 um masterpláss, og fimm hava søkt um útbúgvingarpláss á hjánámi. Tilsamans komu 427 umsóknir inn, samanborið við tilsamans 383 í fjør.

 

Sum sæst á talvuni, so er ikki heilt snórabeint at samanbera ár fyri ár, tí nakrar av útbúgvingunum verða bara bodnar út annaðhvørt ár og onkur triðjahvørt, umframt at nýggjar útbúgvingar eisini órógva samanberingina.

Tó kann sigast, at samlaða umsøkjaratalið hevur ikki verið so stórt síðani 2021, tá 456 søktu um lestrarpláss á Setrinum. Í 2021 gekk koronusjúkan, og hon hevur helst eisini ávirkað umsøkjaratalið tað árið. 

Miðalaldurin á umsøkjarunum er í ár farin niður um tey 30. Hann var 30,2 ár í 2025 og er nú 29,5 ár. Miðaldurin er nú 26, sum merkir, at onnur helvtin er yngri enn 26 ár, og hin yvir 26 ár.

Kynsbýtið á umsøkjarunum er líka so skeivt, sum tað var í fjør: 68 prosent kvinnur og 32 prosent menn. Á leið sama skeiva kynsbýti er á mongum universitetum uttanlands.

Lestrarskrivstovan viðger nú umsóknirnar, og fríggjadagin fáa umsøkjarar svar. Tey, sum fáa lestrarpláss í boði, skulu svara, um tey taka av ella ikki áðrenn 1. august. Eftir tað verður lýst við tøkum lestrarplássum á teimum útbúgvingum, sum ikki eru fult teknaðar.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving