University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Undirtal av kvinnum í føroyskum politikki
10.09.2013
Søgu- og samfelagsdeildin

Undirtal av kvinnum í føroyskum politikki

Føroyar líkjast frá hinum norðurlondunum tá tað kemur til kvinnuumboðan í politikki.


Beinta í Jákupsstovu, Dr.polit., í stjórnmálafrøði og adjungeraður lektar á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur skrivað grein við heitinum
"Kvinneunderskudd blant færøyske politikere – sett i lys av Norris’ traktmodell for rekruttering av politiske representanter"
Greinin er at finna í tíðarritinum Tidsskrift for Samfunnsforskning nr. 3, 2013.

Samandrátturin av greinini er hesin:
Føroyar líkjast burturúr hinum Norðurlondunum í tí at hava fá fólkavald konufólk. Endamálið við hesi greinini er at finna onkrar frágreiðingar upp á hetta. Støðið verður tikið í traktmyndlinum hjá Pippu Norris, ið vísir, hvussu politisk umboð verða sett við. Fyrst verður politiska mentanin greinað, serliga hvørja áskoðan samfelagið hevur til, at konufólk luttaka í politikki. Siðbundna fatanin, av at menn eiga politiska pallin, er ikki longur sjálvsøgd. Føroyskir feministar og altjóða stovnar hava bjóðað hesi fatan av og kynsjavnvágin er vorðin nakað frægari. Harnæst verður serliga hugt at valskipanini fyri Løgtingið, sum ger sítt til at halda mørkini við líka. Trúfestið móti flokkinum kappast við ynskini um økis- og kvinnuumboðan. Leikluturin hjá flokkunum er avmarkaður til at velja umboð til listan. Veljarunum stendur frítt at velja tað umboð hann vil. Flokkarnir siga seg vilja hava økta kvinnuumboðan, men tað verður ikki lagt nógv fyri at fáa fleiri konufólk vald. Í valstríðnum verður roynt at sleppa undan tvídrátti innanhýsis, sum ein raðfesting millum uppstillað á sama lista kundi ført til. Ein broyting í 2008 frá sjey valdømum til eitt hevur hert stríðið um økisumboðanina í Løgtinginum og tá kann verða neyðugt at lata ynskið um økta kvinnuumboðan víkja. Til seinast verður ein brigdil umrøddur, sum ikki er við í myndlinum hjá Norris, nevniliga støddin á tinginum. Gáttin fyri umboðan av undirumboðaðum bólkum kann verða serliga høg tá tingið er fáment.

Á heimasíðu Setursins hevur Beinta leinki til greinina, sí her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum