07.11.2017
Til lesandi Føroyamálsdeildin
Skriva út

Undirvísing í Bergen og fyrilestrar í Wien

Í september var Jógvan í Lon Jacobsen gestalærari á universitetinum í Bergen í Noregi, og í oktober hevði hann tveir fyrilestrar í Wien í Eysturríki.


Bergen
Frá 26. til 30. september undirvísti Jógvan á teirri norðurlendsku deildini á universitetinum í Bergen. Talan var um eitt stutt skeið í føroyskari málsøgu, ljóðlæru, bendingarlæru og tekstalestri. Umleið tíggju studentar luttóku á skeiðinum, harímillum vóru fleiri skiftisstudentar úr t.d. Póllandi og Skotlandi.   

Skeiðið í føroyskum er partur av einum skeiði, sum nevnist Nordiske språk, sum umfatar norskt, svenskt, danskt, íslendskt og føroyskt.
Á heimasíðuni verður m.a. sagt: “I vår tid er det omtrent 19 millionar menneske som brukar desse språka til dagleg, og nordiske språk har vore i bruk i Skandinavia i to tusen år. Språket vårt er ein nøkkel for oss menneske på så mange måtar: i tenking, samvær, samfunn, historie. Derfor er studiet av nordiske språk nært knytt til historia til dei nordiske landa og til kulturen og samfunnstilhøva. Vi studerer og forskar både på korleis språket er bygd opp, lydleg og grammatisk, og på korleis det blir brukt i kommunikasjon og som identitets- og kulturuttrykk”.

Wien
24. og 25. oktober var Jógvan á vitjan á teirri norðurlendsku deildini á universitetinum í Wien, har tveir fyrilestrar vórðu hildnir. Annar hevði heitið “Faroese language history and language planning”, sum snúði seg um føroyska málsøgu og um, hvussu arbeitt hevur verið við at varðveita og menna tað føroyska málið. Hesin fyrilesturin hevði sjálvandi eitt søguligt sjónarhorn. Hin fyrilesturin hevði eitt nútíðarligt sjónarhorn við heitinum “Færøsk mellem øst og vest”. Her varð roynt at grundgeva fyri við dømum, at føroyskt bygnaðarliga og typologiskt liggur millum danskt/norskt øðrumegin og íslendskt hinumegin.

Áhugin í Wien var stórur. Til tann fyrra fyrilesturin vóru eini 45 fólk, og til tann seinna, sum serliga varð ætlaður masterstudentum, vóru umleið 25 studentar.
Bæði í Wien og í Bergen er stórur áhugi fyri føroyskum. Í Wien vilja tey hava ein føroyskan lærara at hava eitt skeið í føroyskum summarið 2018, og í Bergen er ætlanin at hava eitt skeið næsta vár um norðurlendskan málpolitikk. Í tí sambandi vilja norðmenninir fáa ein føroying at taka sær av tí føroyska partinum.