03.02.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Undirvísingartilboð á Føroyamálsdeildini várið 2011

Várlestrarhálvan á framhaldslestrinum á Føroyamálsdeildini byrjaði týsdagin 1. februar.


Nágreiniligar lýsingar av skeiðum okkara eru at finna á síðuni um lestrartilfar. Har er ein faldari: Lestrarevni á framhaldslestrinum várið 2011.

 

Nú í vár eru fýra evnir í boði á framhaldsnáminum (t.e. frá 3. lestrarári og fram): Ævintýr, Máltøka, Purisma og William Heinesen – eitt ritverk millum tjóðir.


Skeiðið í ævintýrum hevur til endamáls at geva innlit í ævintýr sum munnligt skaldskaparslag, innsavningarsøguna og tilgongdina frá munnligari frásøgn til skriftfestar útgávur og tulkingarformar. Lærari er Eyðun Andreassen.

 
Skeiðið í máltøku miðar ímóti at geva innlit í ástøði um máltøku hjá børnum, soleiðis at studenturin nemur kunnleika um íbornan málførleika og málmenning tey fyrstu árini fram at skúlaaldri. Gransking og kanningar av máli hjá føroyskum børnum verða eisini partur av skeiðinum. Lærari er Zakaris S. Hansen.


Skeiðið í purismu miðar ímóti at geva innlit í ástøði um hugtakið málslig purisma. Studenturin skal fáa innlit í hvussu og hvar tann føroyska purisman stendur í mun til purismu í øðrum Norðurlondum og í Evropa annars, bæði samtíðarliga og søguliga. Bygnaðurin í føroyskum nýggjyrðum verður viðgjørdur. Lærari er Jógvan í Lon Jacobsen.


Skeiðið William Heinesen – eitt ritverk millum tjóðir hevur til endamáls at kanna og umrøða, hvussu  ritverkið hjá Williami Heinesen kann verða innlimað í føroyska bókmentasøgu. Lærari er Malan Marnersdóttir.