Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya og limur í Føroysku UNESCO-nevndini, handar landsstýrismanninum í mentamálum, Bárði á Lakjuni, tilráðing um etiskar leiðreglur fyri vitlíki
UNESCO handað landsstýrismanninum tilmæli um vitlíki
Føroyska UNESCO-nevndin hevur handað Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni, tilráðing um etiskar leiðreglur fyri vitlíki, har heitt verður á politisku skipanina um gera lógir og regluverk, sum tryggja stýring og eftirlit við vitlíki
Í tilráðingini frá UNESCO-nevndini verður víst á, at føroyska samfelagið, eins og øll onnur samfeløg í heiminum, stendur fyri stórum avbjóðingum og broytingum, og at politiska skipanin í Føroyum fer í komandi tíðum at taka støðu til spurningar, sum menningin av vitlíki hevur við sær.
Tá arbeitt verður við at menna vitlíki, er tað umráðandi, at einstaka menniskjað verður sett í miðdepilin. Vitlíki hevur við sær stórar møguleikar fyri menning, men hevur eisini stórar avbjóðingar við sær. Tað hevur tí stóran týdning, at menniskjað er í miðdeplinum í arbeiðinum at menna vitlíki, og at tað er menniskjað, ið stýrir og hevur ábyrgd av, hvussu vitlíki verður brúkt.

Landsstýrismaðurin saman við UNESCO-nevndini. Frá vinstru: Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, formaður, Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Annika Smith, stjóri á Landsbókasavninum, Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, Helena Davidsen, fyrisitari á Umhvørvisstovuni, og Magnus Dam, stjóri í Kringvarpi Føroya. Jastrið Gullbein Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Føroya Ungdómsráð í nevndini, hevði forfall.
Í tilráðingini verður víst á, at næmingar í bæði fólkaskúlum og miðnámsskúlum, lesandi á hægri lærustovnum og fólk á arbeiðsmarknaðinum eiga at fáa útbúgving ella tilboð um undirvísing, sum ger tey før fyri at brúka vitlíki sum amboð, og at almenna vitanin um vitlíki verður styrkt. Í arbeiðinum at menna vitlíki mugu rættindi hjá listafólkum til verk og avrik virðast.
Virkisøkið hjá UNESCO er millumtjóða samstarv um útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.
Føroyska UNESCO-nevndin, sum virkar sum bindiliður millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan fyri virkisøkini, hevur á fundi við landsstýrismannin í mentamálum kunnað um virksemið hjá nevndini og um ætlanirnar, sum liggja fyri framman - eitt nú varðveiting av føroyskum bátasmíði, møguliga UNESCO-tilnevning av eini geopark og tilráðing um etikk í vitlíki.
Haraftrat varð kunnað um samstarvið við aðrar UNESCO-tjóðarnevndir, serliga tær norðurlendsku.
Lesið tilráðingina frá føroyskum UNESCO-nevndini her.