University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ung og arbeiðsloysi.....jpg
24.06.2019
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Ung og arbeiðsloysi í Norðurlondum

NORDREGIO - altjóða granskingardepil fyri regionala menning og planlegging við sæti í Stokkholm - hevur útgivið nýggja frágreiðing um støðuna hjá viðbreknum og marginaliseraðum ungdómi í útjaðaraøkjum í Norðurlondum

Frágreiðingin hyggur serliga at høvuðsorsøkunum til landafrøðiliga ójavnan hjá ungfólki í Norðurlondum í mun til fráfall í skúlanum, ungdómsarbeiðsloysi og sokallaðan NEET-ungdóm (“not in education, employment or training”).

Verkætlanin arbeiðir við spurningum, sum Nordic Arctic Working Group 2013-2017 setti ynski fram um at kanna nærri. Eisini Nordic Co-Operation Programme for Regional Development and Planning hevur saknað nýggja vitan um ungdóm og marginalisering í Norðurlondum. Verkætlanin vísir á, at tað er umráðandi at virka fyri at sosialari burðardygd í mun til regionala menning.

Verkætlanin knýtir seg at fjórða ST heimsmáli um burðardygga menning á tann hátt, at hon talar fyri, at tey ungu skulu hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum fyri at røkka málinum. Tey eiga at hava atgongd til stóru avgerðirnar, sum skapa framtíðina.

Anna Karlsdóttir hevur ritstjórnað frágreiðingina, sum hevur heitið Enabling vulnerable youth in rural areas. Hinir høvundarnir eru Firouz Gaini, sum er granskari á Søgu- og samfelagsdeildini, Alex Cuadrado, Leneisja Jungsberg og Louise O. Vestergård.

Frágreiðingin er at finna her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum