29.05.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Ungdómur í Havn millum heims og heljar

Føroyska uppskotið til ta nýggju barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum er Skriva í sandin, 2010, eftir Marjuna S. Kjelnæs.


Skriva í sandin eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs er ein realistisk skaldsøga fyri ung. Í tíggju kapitlum sigur skaldsøgan frá fimm gentum og fimm dreingjum í aldrinum umleið 16 til 18 ár í eina góða viku ella ígjøgnum tvey vikuskifti og dagarnar harímillum.

Lívið hjá teimum tíggju ungfólkunum flættast meira og minni saman ígjøgnum teir tilburðirnar, sum sagt verður frá. Høvuðshendingarnar verða sagdar umaftur fleiri ferðir, og hvørja ferð úr sjónarhorninum hjá einum nýggjum persóni. Hervið broytist tað eisini aftur og aftur, hvønn týdning og hvørja merking hendingarnar hava. Tað, sum í fyrsta umfari tóktist at biðja um eina einfalda svart-hvíta tulking, vísir seg í aðru og triðju gjøgnumspæling út frá nýggjum sjónarhornum at vera fult at áður óansaðum brigdum og á tremur av mótsetningum. Við hesari listilærdu tøknini gevur skaldsøgan dýptarfatan av og –innlit í lívið hjá teimum menniskjunum, sum hon sigur frá.

Skaldsøgan lýsir ungfólk í Havn, sum liva í tónleika- móta og lívsstílsmentanini hjá altjóða ungdómi, men samstundis eru treytað av teimum kørmunum, sum tær staðbundnu umstøðurnar og mentanin seta: Biltúrarnir við vinunum og tónleikinum for frá verða ikki longri enn eitt vist.

Høvundurin lýsir hvønn persón við einum megineyðkenni, sum nærkast tí stereotýpa – konufólkarevurin, tann trúgvandi, tann við etingarólagi, tann samkyndi, tann vakra o.s.fr. – men fer tínæst aftur um stereotýpuna, skiftir sjónarhorn og vísir okkum persónarnar sum samansettar einskila einstaklingar við hvør sínum viðføri av familjuumstøðum, fortíð, kenslum og dreymum, veikleika og megi.

Tað kann vera torført at standa við seg sjálvan, um tú hoyrir til ein minniluta. Høvundurin er so djarvur at lata gudstrúgv vera ein natúrligan um ikki trupulleikaleysan tátt av tí realistisku perónslýsingini. Við at hava gudstrúnna við, eitt tað mest ómissandi í lívinum hjá mongum og samstundis ein táttur, sum er staðsettur í útjaðaranum í nútíðar gerandislívi, víðkar hon munandi um veruleikalýsing sína. Skaldsøguheitið frá bíbliuorðunum um tað, sum Jesus skrivaði í sand og um, at tann uttann synd kann kasta fyrsta stein, er knýtt at tí samkynda dreinginum, sum kannar sær tey, meðan hann hugleiðir sín illgongda veg. Skriva í sandin er ein mikilsverd bók frá einum djørvum frásøgufólki.

Marjun Syderbø Kjelnæs, f. 1974, steig fram sum rithøvundur í einari stuttsøgukapping í 2000. Síðan hevur hon útgivið eina skaldsøgu, eitt stuttsøgusavn, eitt yrkingasavn, tríggjar barnabøkur og skrivað útvarpsleik og ein sjónleik. Skriva í sandin vann barnabókavirðislønina hjá norðurlendskum skúlabókavørðum 2011, og hon varð løgd fram til bókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri 2012.