Brynhild Thomsen
06.02.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Ungt listafólk fær gávugóðs

Leygardagin verður ungt listafólk heiðrað við gávugóðsi úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

Øll eru hjartaliga vælkomin, tá Fróðskaparsetur Føroya, Listafólkasamband Føroya og Føroya Lærarafelag leygardagin fara at handa ungum og gávuríkum listafólki gávugóðs úr grunninum.

Hátíðarhaldið verður leygardagin 8. februar klokkan 16 í auluni í Finsen í Havn.

Hetta er føðingardagur Thorvalds, sum varð føddur í 1912, og sum var gartnari í Havn. Hann hevði áhuga fyri máli og list, og hann stovnaði grunnin til tess at stuðla ungum fólkum við listarligum evnum at nema sær útbúgving.

Limirnir í nevndini eru sambært viðtøkunum fyri grunnin rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, formaðurin í Listasambandi Føroya og formaðurin í Føroya Lærarafelagi.

Gávugóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001.

Tey, sum hava fingið stuðul úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, eru hesi:

2019: Lea Kampmann, tónleikari

2018: Anný Djurhuus Øssursdóttir, listakvinna
2017: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum 
2016: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum 
2015: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum
2014: Heiðrun Petersen, tónleikari
2013: Bárður Reinert Poulsen, tónleikari og Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur
2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri
2011: Dáva Juul Magnussen, tónleikari
2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinna
2009: Kjartan Hansen, tón- og sjónleikari
2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna
2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari
2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi
2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur
2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, tónleikari
2003: Tróndur Bogason, tónleikari
2002: Andrass Olsen, tónleikari, Teitur Árnason, filmsleikstjóri og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi
2001: Rannvá Konoy, listakvinna