University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Upprit um "búskaparrentu" og "tilfeingisrentu" í føroyska búskapinum
27.06.2014
Búskaparráðið

Upprit um "búskaparrentu" og "tilfeingisrentu" í føroyska búskapinum

Í uppritinum verða ymisk hugtøk í tilknýti til búskaparrentu og tilfeingisrentu lýst neyvari, og eisini eru útrokningar gjørdar til tess at meta um aktuellu og optimalu tilfeingisrentuna í føroyska búskapinum.


Seinastu nógvu árini hevur eitt kjak verið um hugtøkini "tilfeingisrentu" og "tilfeingisgjald" í føroyska búskapinum. Eisini hevur eitt kjak verið um búskaparpolitisku handfaringina av hesum fyribrigdi.

Eftir meting Búskaparráðsins hevur hetta orðaskifti verið merkt av, at partarnir í orðaskiftinum ikki hava verið fullgreiðir yvir týdningin av týðandi hugtøkum og fyribrigdum, ið natúrliga eru tongd at fyribrigdunum "búskaparrenta" og "tilfeingisrenta". ("Tilfeingisrenta" er her at skilja sum eitt undirhugtak til hugtakið "búskaparrentu").

Leggja partarnir í einum orðaskifti ymsan týdning í somu hugtøk, tosa partarnir forbí hvønn annan. Hetta ger vanligt orðaskifti (dialog) ómøguligt. Vit meta eitt slíkt orðaskifti at vera viðkomandi fyri Føroyar. Lutfalsliga nógv í føroyska búskapinum er tongt at serligum tilfeingisviðurskiftum.

Fyri at gera eina roynd til at bøta um hesi viðurskifti almannakunnger Búskaparráðið hervið hjálagda upprit um "búskaparrentu" og "tilfeingisrentu" í føroyska búskapinum.

Í uppritinum verða ymisk hugtøk í tilknýti til búskaparrentu og tilfeingisrentu lýst neyvari, og eisini eru útrokningar gjørdar til tess at meta um aktuellu og optimalu tilfeingisrentuna í føroyska búskapinum.

Búskaparráðið 26. juni 2014

Sverri Hansen, formaður

Thomas Dam

Herit V. Albinus

Búskaparrenta_og_tilfeingisrenta.pdf

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum