30.05.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Uppskotnu bøkurnar til barna- og ungdómsbókavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum

Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðs er 350.000 danskar krónur og verður handað 30. Oktober í Oslo.


Fjúrtan bøkur eru lagdar fram til ta nýggju virðislønina, sum verður latin í oktober. Í barnamentanarhugaðum umhvørvum  hevur leingi verið tosað um, at ein norðurlendsk barna- og ungdómsbókavirðisløn átti at verið stovnað og nú er hon vorðin veruleiki. Hugsanin aftanfyri er, at góðar barna- og ungdómsbøkur eru list eins og vaksnamannabókmentir; tær hava uppiborið at fáa viðurkenning , viðgitni og frama. Í Norðurlondum hava verið og verða skrivaðar barna- og ungdómsbókmentir á høgum stigi, bókmentir ið eru kendar langt út um Norðurlond.  Onnur hava mutað ímóti at stovna hesa virðislønina og sagt, at tann gamla norðurlendska bókmentavirðislønin røkkur um allar góðar bókmentir, og tískil eisini um barna- og ungdómsbøkur. Veruleikin er tó, at í øll árini, sum Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs hevur verið til, hevur hon ongantið verið veitt eini Astrid Lindberg ella einum Ole Lund Kirkegaard. Í fjør samtykti Norðurlandaráðið at stovna Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðs , væl stuðlað av barnabókahøvundum, barnabókmentanarstovnum og -granskarum.  

Fjúrtan barna- og ungdómsbøkur eru nú lagdar fram at kappast um áhugan hjá ummælarum, útgevarum og lesarum og -  tá ið av tornar - um virðislønina.  Føroyar, Grønland, Áland og Sámaland leggja fram eina bók hvør. Ísland, Svøríki, Danmark, Finnland og Noreg leggja fram hvørt sínar tvær bøkur. Virðislønin verður handað í Oslo 30. oktober á hátíðarhaldi, sum verður sjónvarpað um øll Norðurlond samstundis.

Føroyskir lesarar kenna væl í hvussu er tríggjar av høvundunum í uppskoti. Marjun Syderbø Kjelnæs eigur ta uppskotnu ungdómsbókina hjá Føroyum,  Skriva í sandin. Harumframt er onnur av bókunum, sum Ísland skjýtur upp, ein skrímslabók: Klandursskrímsl (2013) við Rakel Helmsdal sum medhøvundi. Síðst men ikki minst, annað av teimum donsku uppskotunum er bókin Sunnudagur, sum longu er útkomin í føroyskari týðing, eftir hin høgt elskaða høvundin Kim Fupz Aakeson og við við myndum eftir Evu Eriksson.  

 

Framløgdu bøkurnar eru hesar:

 

Føroyar:

Marjun Syderbø Kjelnæs: Skriva í sandin

 

Grønland:

Nuuka K. Godfredsen (myndir) og Martin Appelt: Hermelinen

 

Áland:

Isela Valve: Joels färger

 

Sámaland:

Signe Iversen og (myndir) Sissel Horndal: Mánugánda ja Heike

 

Svøríki

Sara Lundberg: Vita strek och Øjvind

Jessica Schiefauer: Pojkarna

 

Danmark

Kim Fupz Aakeson og (myndir) Eva Eriksson: Søndag

Oscar K. og (myndir) Dorte Karrebæk: Biblia Pauperum Nova

 

Finnland

Seita Vuorela og (myndir) Jani Ikonen: Karikko [lúnskur flúrur]

Minna Lindeberg og (myndir) Linda Bondestam: Allan och Udo

 

Noreg

Aina Basso: Inn i elden

Inga H. Sætre: Fallteknik

 

Ísland

Áslaug Jónsdóttir (myndir), Kalle Güettler, Rakel Helmsdal: Skrímslaerjur [Klandursskrímsl]

Birgitta Sif (søga & myndir): Ólíver