09.06.2022
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Uppstiga teg til bachelor

Umsóknarfreistin hjá fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum til at uppstiga seg til bachelor er longd til á midnátt 13. juni

At uppstiga seg til bachelor er ein avbera góð íløga í egna menning og víðari lestur.

Ískoytisútbúgvingin á Setrinum fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar, sum eru útbúnir eftir eldri lógum, ið ikki eru á bachelorstigi, gevur ástøðiligan og verkligan førleika og kunnleika til vísindalig ástøði og háttaløg. Tá tú hevur lokið bachelorprógvið, lata dyrnar seg upp fyri eini ørgrynnu av enn hægri útbúgvingum.

Ískoytisútbúgvingin leggur seg eftir at knýta akademiskar førleikar at útbúgvingunum, sum tey lesandi hava frammanundan.

Námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar lesa saman og samstarva tvørtur um starvsøki. Ískoytisútbúgvingin til bachelor er sett saman við trimum skeiðum, og undirvísingin fer fram í vikuskiftum.

Útbúgvingin er parttíðarlestur, skipað sum hálvtíðarlestur yvir eitt ár. Undirvíst verður annan- ella triðjahvønn fríggjadag seinnapart, og í fyrstu lestrarhálvu (á heysti) verður eisini undirvíst leygardagar. Møtt verður 7-8 ferðir hvørja lestrarhálvu, fríggjadagar kl. 14-17, leygardagar kl. 10-14.

Les meira her.

Og far til umsóknarblað her.

Gevið gætur: Umsóknarfreistin er longd til 13. juni