27.11.2012
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Uppstillingin til stýrisvalið klár

Nú freistin fyri uppstilling er farin er greitt, at 4 starvsfólk og 5 lesandi eru uppstillaði til stýrisvalið 2012 fyri Fróðskaparsetur Føroya.


Fyri starvsfólk:

  • Sára Joensen
  • Elisabeth Holm
  • Gestur Hovgaard
  • Svein-Ole Mikalsen


Fyri lesandi:

  • Jens Mortan Rasmussen
  • Vibeke á Botni
  • Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð
  • Bjørg Dam
  • Birna Gaard


Í stýrið skulu veljast:

  • 2 starvsfólk og afturat teimum 2 varastýrislimir, øll fyri 4 ár í senn.  
  • 1 lesandi og afturat hesum 1 varastýrislimur fyri 1 ár.


Valfundir er ásettir at verða soleiðis:

  • fyri starvsfólki á Fróðskaparsetrinum hósdagin 29. november kl 15 á Østrøm
  • fyri lesandi á Fróðskaparsetrinum týsdagin 4. desember kl 14 á Østrøm


Val til Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya er ásett at verða 11. desember 2012 á Setursskrivstovuni. Harafturat verður møguleiki fyri brævatkvøðu á Setursskrivstovuni í upplatingartíð (frá kl. 9 til kl. 15) í døgunum frá mándag 3. desember til og við fríggjadag 7. desember.