University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Upptøkuroynd til løgfrøði (1)
20.06.2017
Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin

Upptøkuroynd til løgfrøði

Mánadagin 26. juni verður upptøkuroyndin fyri tey, ið ætla sær at lesa løgfrøði


Setrið tekur í ár 10 lesandi upp til masterútbúgvingina í løgfrøði, og freistin at søkja er 1. juli. Teldutøkt umsóknarblað finst her.

Sum nakað nýtt verður í ár eisini ein skrivlig upptøkuroynd, ið varir fýra tímar. Royndin verður mánadagin 26. juni kl. 13.00-17.00 í Jónas Broncksgøtu 25. Tað ber eisini til at fara til upptøku­royndina í Keypmannahavn somu (føroysku) klokkutíð.

Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari, upplýsir, at upptøkuroyndin miðar ímóti at fáa eina mynd av, hvussu væl umsøkjarin er fyri í almennum førleikum, ið hava serligan týdning fyri løgfrøðilestur.

Tey, ið fara til royndina í Føroyum, nýtast ikki at siga frá frammanundan, bara møta upp rættstundis. Umsøkjarar, ið ætla at møta til upptøkuroyndina í Keypmannahavn, mugu boða Fróðskaparsetrinum frá í seinasta lagi mánadagin 19. juni kl. 12 umvegis hesa teldupostadressu: bardurl[at]setur.fo

Upptøkutreytirnar eru lýstar undir yvirskriftini 'Upptøkutreytir' á hesum leinki.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  2. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00