11.07.2018
Setursskrivstovan Lestrarskrivstovan
Skriva út

Upptøkan 2018 á Setrinum klár

Í gjár fingu tilsamans 298 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin til lestur.

Tilsamans 411 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum. Av hesum søktu 332 um upptøku á bachelor-útbúgvingum, 73 um upptøku á master-útbúgvingum, og 6 søktu um at lesa hjánám.

Fyri bachelor-útbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

  • 16    Føroyskt
  • 35    Fólkaskúlalærari
  • 35    Námsfrøði
  • 45    KT-verkfrøði
  • 5    Havlívfrøði
  • 8    Mýlalívsvísindi
  • 5    Vistfrøði
  • 30    Sjúkrarøktarfrøði
  • 11    Politikkur og umsiting
  • 22    Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
  • 15    Søga
  • 227    Tilsamans

Fyri master-útbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

  • 4    Føroyskt
  • 26    Heilsuvísindi
  • 7    Master í Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
  • 2    Master í Politikki og umsiting
  • 2    Master Í Søgu
  • 12    Løgfrøði
  • 12    West Nordic Studies
  • 65    Tilsamans

Fyri hjánám sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

  • 5    Føroyskt
  • 1    Søga
  • 6    Tilsamans


Tey, sum hava fingið útbúgvingartilboð, hava nú fram til í seinasta lagi 1. august at siga frá, um tey taka av lestrarplássinum. Taka tey ikki av, verða tøk pláss til tey, sum standa á bíðilista. Tá verður farið undir at kanna, hvørjir av umsøkjarunum, sum standa á bíðilista, skulu hava boðið lestrarpláss og boð verða send teimum, so skjótt sum hetta er klárt.

Umsøkjarar, sum hava fingið avslag, eru kunnaðir um, at teir kunnu seta seg í samband við Setrið og fáa nærri kunning og vegleiðing.

Sí eisini niðanfyri samlað yvirlit yvir umsóknir til lestur á Setrinum fyri upptøkuna 2018

Umsoknir_2018.pdf