11.07.2018
Lestrarskrivstovan Setursskrivstovan
Skriva út

Upptøkan á Setrinum klár

Í gjár fingu tilsamans 298 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin til lestur.


Tilsamans 411 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum. Av hesum søktu 332 um upptøku á bachelor-útbúgvingum, 73 um upptøku á master-útbúgvingum, og 6 søktu um at lesa hjánám.

Fyri bachelor-útbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

  •   16    Føroyskt
  •   35    Fólkaskúlalærari
  •   35    Námsfrøði
  •   45    KT-verkfrøði
  •     5    Havlívfrøði
  •     8    Mýlalívsvísindi
  •     5    Vistfrøði
  •   30    Sjúkrarøktarfrøði
  •   11    Politikkur og umsiting
  •   22    Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
  •   15    Søga
  • 227    Tilsamans

Fyri master-útbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

  •   4    Føroyskt
  • 26    Heilsuvísindi
  •   7    Master í Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
  •   2    Master í Politikki og umsiting
  •   2    Master Í Søgu
  • 12    Løgfrøði
  • 12    West Nordic Studies
  • 65    Tilsamans
     

Fyri hjánám sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

  • 5    Føroyskt
  • 1    Søga
  • 6    Tilsamans


Tey, sum hava fingið útbúgvingartilboð, hava nú fram til í seinasta lagi 1. august at siga frá, um tey taka av lestrarplássinum. Taka tey ikki av, verða tøk pláss til tey, sum standa á bíðilista. Tá verður farið undir at kanna, hvørjir av umsøkjarunum, sum standa á bíðilista, skulu hava boðið lestrarpláss og boð verða send teimum, so skjótt sum hetta er klárt.

Umsøkjarar, sum hava fingið avslag, eru kunnaðir um, at teir kunnu seta seg í samband við Setrið og fáa nærri kunning og vegleiðing.

Sí eisini niðanfyri samlað yvirlit yvir umsóknir til lestur á Setrinum fyri upptøkuna 2018 

 

Umsoknir_2018.pdf