21.08.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Upptøkunum til Bjargni líður væl

Um vikuskiftið var arbeitt við at gera seinastu upptøkurnar við ljóð- og filmsbrotum til fyrsta part av Faroese Online, kallaður Bjargni.


 

Læriskipanin á netinum, Faroese Online, byggir á íslendsku skipanina Icelandic Online. Innihaldið er umsett og staðsett og málsliga tillagað til føroyskt.

Hesin fyrsti parturin, Bjargni, er til nýbyrjarar í føroyskum.

Myndatøkuni hevur Beinta Gudmundsen tikið sær av. Høvuðsleiklutirnar hava Durita Thomasen og Peter Christiansen.

Bjargni verður tøkt á netinum seinni í ár.