Brynhild Thomsen
26.06.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Upptøkuroynd til løgfrøði mikumorgunin

Mikudagin 29. juni klokkan 10:00 - 14:00 verður upptøkuroynd til løgfrøði (master og embætisprógv) - eingin tilmelding er neyðug

Umsøkjarar til upptøku á MA (Master) í løgfrøði summarið 2022 og umsøkjarar í 2022 til Emb.L (embætisprógv) summarið 2022, koma frá øðrum lærustovnum í danska ríkinum enn Fróðskaparsetrinum, skulu møta til upptøkuroynd mikudagin 29. juni 2022 klokkan 10-14.

Royndin verður hildin á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncksgøtu 25

Upptøkuroyndin telur saman við bachelorprógvum, viðkomandi royndum og eftirútbúgvingum v.m. í metingini av, hvør er skikkaður til upptøku. Umsøkjarar mugu í minsta lagi standa upptøkuroyndina við próvtalinum 7.

Lesið meira her.

GG: Í kunningini stendur, at neyðugt er við tilmelding, men tað kravið er strikað.