University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Helen Frances Leslie-Jacobsen klipt.jpg

(Foto: Brynhild Thomsen)

Brynhild Thomsen
06.12.2022
Setrið

Úr Liverpool á Setrið at granska í miðaldarbókmentum

Helen Frances Leslie-Jacobsen er sett í starv sum lektari í miðaldarbókmentum og skaldskapi á manna munni á Føroyamálsdeildini á Setrinum

Helen er fødd í Liverpool og hevur MA-útbúgving í enskum bókmentum frá universitetinum í Durham og MA-útbúgving í miðaldarbókmentum frá Háskóla Íslands (2009).

Hon skrivaði ph.d.-ritgerð á universitetinum í Bergen um fornaldarsøgur og hevur skrivað fleiri greinir um miðaldarskaldskap og handrit úr Norðurlondum í miðøld. Hon dugir norskt, íslendskt, norrønt og skilir føroyskt bæði munnliga og skrivliga.

Nú Helen Frances Leslie-Jacobsen flytur til Føroya, fer hon at leggja seg eftir at samskifta á føroyskum og læra seg føroyska úttalu betur. Seinnu árini hevur hon búð í Noregi, og í løtuni er hon í starvi sum granskari á universitetinum í Bergen, har hon m.a. leiðir tvær granskingarverkætlanir. Onnur er um føroysk kvæði, sum hava hennara stóra áhuga, og hin er um m.a. norsk lógarverk í miðøld.

Umframt granskingina og bókmentirnar er tað kærleikin, sum dregur Helen til Føroya. Maður Helen er føroyingur, og tað er kanska vert at nevna í hesum sambangi, at hann er abbasonur Mortan Nolsøe, professara, sum á sinni tók stig til stóra savnið við upptøkum av kvæðum, skjaldrum og søgum á Føroyamálsdeildini.

- Eg søkti hetta starvið, tí eg helt tað og Føroyamálsdeildina passa sum fótur í hosu til míni granskingaráhugamál. Tað eru ikki mong støð í heiminum, har tú kanst granska og undirvísa í skaldskapi av mannamunni, kvæðum og miðaldarbókmentum! Maður mín er eisini føroyingur og býr í Hoyvík, so hetta var somuleiðis ein møguleiki at sameina míni professionellu og persónligu áhugamál, sigur Helen.

Granskingarverkætlanin um føroysk kvæði, har Sjúrðarkvæði er í miðdeplinum, fer væntandi at kasta tvær bøkur av sær, greiðir Helen frá og leggur aftrat, at hon eisini ætlar sær at halda fram við sínum arbeiði við lógarmentanini, sum valdaði her á landi í miðøld, tá hon byrjar í starvi sínum.

- Eg fara at byggja á og víðka um míni granskingarnetverk, har eg í fyrsta lagi fari at arbeiða við kvæðum og gomlum handritum, men eg haldi fram við at arbeiða við lógarbókunum, sum eg havi fingist við í Noregi. Eg gleði meg at undirvísa í miðaldarbókmentum á Føroyamálsdeildini og vóni, at tey lesandi fara at halda, at hetta er eitt áhugavert íkast aftrat skeiðunum, sum eru á skránni, sigur Helen Frances Leslie-Jacobsen.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving