Úrvalsfótbólturin byrjar so smátt aftur, og avbjóðingarnar eru nógvar
Brynhild Thomsen
18.05.2020
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Úrvalsfótbóltur eftir koronastongsilin

Hvussu fyrireika fótbóltsspælarar á úrvalsliðum seg best til kappingarnar, eftir ikki at hava spælt so leingi? Hetta viðger Magni Mohr, professari á Setrinum og starvsfelagar í nýggjari grein í vísindaligum tíðarriti

Magni Mohr, professari á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi er høvuðsrithøvundi í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum “Managing Sport and Leisure”.

Greinin ber heitið “Return to elite football after the COVID-19 lockdown” og viðger, hvussu úrvalsfótbóltsleikarar á besta og tryggasta hátt fyrireika seg til komandi kappingar, sum nú spakuliga byrja aftur.

- Vit hava arbeitt miðvíst við at fáa greinina út júst nú, tá úrvalsfótbólturin fer á rull aftur í Europa, men undir sera truplum, øðrvísi og avbjóðandi umstøðum, sigur Magni Mohr í stuttari viðmerking.

Greinina hevur hann skrivað saman við donskum, grikskum, italskum og portugisiskum granskarum, og hetta er onnur COVID-19-greinin, sum Magni Mohr hevur fingið almannakunngjørda.

Greinin kann lesast her.

Smittuvandi í barnafótbólti

Magni Mohr arbeiðir annars við eini aðrari verkætlan saman við øðrum europeiskum granskarum, har kannað verður, hvussu stórur COVID-19-smittuvandin er í barnafótbólti og heilsufótbólti.

Hetta verður m.a. gjørt við at máta við serligari GPS-útgerð, hvussu langa tíð børnini og tey vaksnu eru í teoretiskum smittuvandu undir ymiskum fótbóltsspølum.

- Tað er so sjálvsagt, at vit kanna hetta í Føroyum, sum var fyrsta landið í Europa, har vit fóru aftur at spæla fótbólt, sigur Magni Mohr.

Úrslitini verða væntandi tøk um ein góðan mánað, sigur hann.