Knud Simonsen
28.01.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Útbúgving, útbúgving og útbúgving

Tað er ikki minst í krepputíðum, at útbúgving eigur at standa ovast á breddanum, tá tað kemur til politiskar raðfestingar, skrivar Hilmar Simonsen, PhD lesandi á Náttúruvísindadeildini.


Hilmar Simonsen, PhD lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum:

 

Tað sær eitt sindur svart út fyri tíðina. Fleiri fólk missa arbeiði bæði í Føroyum og úti í heimi. Fíggjarkreppan er av álvara farin at gera um seg, og lítið sannlíkt er, at føroyingar sleppa undan at merkja sviðan av hesum. Tá nú slík støða ger um seg, hvat er so til at taka, kann ein spyrja.

 

Tá kreppan herjaði í Føroyum í nítiárunum vóru tað nógvir føroyingar – serliga ung fólk – sum fóru av landinum at fáa sær útbúgving. Tað var lítið annað at gera, tí arbeiði var einki at fáa her heima, arbeiðsloysið bara vaks og vaks. At nógvir føroyingar brúktu ta annars truplu tíðina til at útbúgva seg var kortini ikki tað býttasta. Men tað harmiliga var nokk, at ein alt ov stórur partur av hesum fólkum rýmdu einaferð med alla.

 

Tað er ikki minst í krepputíðum, at útbúgving eigur at standa ovast á breddanum, tá tað kemur til politiskar raðfestingar. Kreppur koma, kreppur hava verið, og hendan kreppan verður neyvan tann seinasta í heimssøguni. Uttan at ljóða alt ov bjartskygdur, so er lítið at ivast í, at hon verður av fyri ella seinni, og tá er ikki so býtt at standa klárur við eini nýggjari og feskari útbúgving at taka við nýggjum avbjóðingum.

 

Útbúgving í ringum tíðum

Í hesum døgum gongur kjakið heitt um sparingarnar á Fróðskaparsetrinum. Summi siga, at talan er ikki um sparingar, tí játtanin til Setrið er ikki minkað. Men í veruleikanum fær Setrið ov lítla játtan í mun til tær menningarætlanir, sum breið politisk semja var um fyri umleið einum hálvum ári síðani. Føroyska universitetið, Fróðskaparsetrið, skuldi mennast og kunna taka næmingar inn til ávísar útbúgvingar á hvørjum ári, í staðin fyri sum nú bert til onkra einstaka útbúgving annaðhvørt ár.

 

Tá stígur er í búskapinum, og sparingar mugu fremjast, so kann tað tykjast rætt at lata sparingarnar raka javnt allastaðni. Men hvussu skilagott er tað kortini at skera niður á hesum øki, um hugt verður eitt sindur longur fram í tíðina?

 

Eg eri ein teirra, sum trúgvi upp á, at 3 tey mest týðandi málini at gera íløgur í er: 1) útbúgving, 2) útbúgving, og 3) útbúgving. Á hesum øki eri eg samdur við fyrrverandi bretska forsætisráðharran, Tony Blair, sum tók nakað soleiðis til. At skapa góðar karmar fyri útbúgvingum er ivaleyst nakað, sum flestu foreldur kunnu taka undir við. Hvør ynskir ikki fyri síni børn, at tey skulu fáa góðan lærdóm? Børnini eru framtíðin, men uttan lærdóm og útbúgving er ikki vist, at tey fáa eins góða framtíð, sum tey annars kundu fingið! Tað sannførir meg um, at ein eigur at vera sera varin við at tátta í innan útbúgvingarverkið, nú stígur er í búskapinum. Ikki tí at tað er nakað skeivt í at spara, tað eiga vit øll at gera, men her kann skjótt vera talan um at spara eftir hæli.