University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hans Andrias Sølvará.jpg

Hans Andrias Sølvará, professari í søgu er dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum

03.02.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Útgáva: At vera ella ikki at vera fullveldi

Nýggj bókaútgáva er komin um sjálvstýris- og loysingarrørslur í ymsum økjum í Europa. Føroyska íkastið eigur Hans Andrias Sølvará, professari í søgu

Logos Verlag í Berlin hevur útgivið bókina, "Separatism and Regionalism in Modern Europe".

Bókin er sett saman av kapitlum um sjálvstýris- og loysingarrørslur í Føroyum, Grønlandi, Skotlandi, Belgia, Katalonia, Baskaralandinum, Italia, Kypros og Moldova.

Hans Andrias Sølvará, professari, hevur skrivað ein kapittul um Føroyar í hesum sambandi. Her viðger hann m.a., hvussu tað ber til, at føroysk nationalisma, sum í 19. og 20. øld megnaði at lyfta hótta føroyska málið og mentanina upp á eitt skúlað mentanarstig við úrslitagóðum bókmentum, ikki hevur rokkið einum sjálvstøðugum føroyskum stati.

Hann hevur valt at kalla kapittulin fyri "Faroese Nationalism: To be or not to be a sovereign state, that is the question". Íblásturin til heitið er eyðsýniliga fingin úr gitnu einarøðuni hjá Hamlet hjá William Shakespeare.

Spurdur um, hví hann valdi hetta heitið, svarar Hans Andrias Sølvará soleiðis.

- Eg haldi, at eg hugsaði um ta tvístøðu, í veruleikanum paradoksið, sum vit í Føroyum tykjast dáma so væl at vera í. Vit vilja bæði vera og ikki vera. Vit hava tað fínt við ikki at vera limir í ES, men okkum dámar eisini tað reyða ES-passið. Okkum dámar væl teir fyrimunir, sum sambandið við Danmark gevur okkum, men vit vilja helst ikki hava, at danir leggja seg út í føroysk viðurskifti. Í veruleikanum hava vit eisini eitt ambivalent forhold til danir. Vit síggja upp til teir, men dáma eisini væl at gera gjøldur burtur úr teimum. Vit vilja bestemma sjálv, men dáma eisini fyrimunirnar, sum sambandið við danir ella ES gevur okkum. Okkum dámar væl at vera mitt ímillum.

- Okkurt sovorðið hugsaði eg um, sigur hann.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum