05.11.2012
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Útjaðarin atgongd til fjøltáttað hugskots-katalog

Útjaðarin í Norðurlodum hevur nú atgongd til eitt ”hugskots-katalog”, har kommunustýrislimir og eldsálir kunnu finna íblástur til at betra um býarumhvørvið og liviumstøðurnar í lokalsamfelagnum.


Útjaðarin í Norðurlodum hevur nú atgongd til eitt ”hugskots-katalog”, har kommunustýrislimir og eldsálir kunnu finna íblástur til at betra um býarumhvørvið og liviumstøðurnar í lokalsamfelagnum. Ikki færri enn 95 tilmæli og 47 ítøkilig uppskot eru í hugskots-kataloginum.

Um lokalsamfelagið er í einari skeivari gongd við fráflyting, tómum og óhildnum bygningum og bústøðum, krevur hetta nógv av kommununi, lokalu eldsálunum, sjálvbodnum og feløgum fyri at venda gongdini.

Hugskots-katalogið kann lesast í frágreiðingini ”Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ’ildsjæle’ i 4 nordiske lokalsamfund i udkantsområder”. Frágreiðingin er eitt úrslit av verkætlan, sum er fíggjað av Nordisk Ministerråd, NORDPLUS - Nordplus Voksen.

Endamálið við verkætlanin er, at lærings- og íblástrarnetverk kunnu geva íblástur og kunna um munagóð læringsamboð til eldsálir, sjálvboðin og politikarar, soleiðis at vøkstur og optimisma kann skapast í lokalsamfeløgum í útjaðaranum í Norðurlondum.

Verkætlanin er gjøgnumførd í tíðarskeiðinum 2010-2012 og hevur fevnt um fýra verkstovur, sum hava verið í fýra ymiskum býarsamfeløgum: Janderup í Varde kommune, Ísafjørdur í Íslandi, Sandane í Norra og Vágur í Føroyum. Føroysku umboðini í verkætlanini eru Dennis Holm (Granskingardepilin fyri Samfelagmenning), Sirið Stenberg (kommunustýrislimur í Vágs kommunu) og Bogi Mortensen (stjóri í Strandfaraskipum Landsins). Verkætlanin endaði á verkstovu í Janderup í juni 2012.

Frágreiðingin kann takast niður her – og á heimasíðuni hjá verkætlanini: www.aktinord.dk

Umframt sjálva frágreiðingina frá verkætlanini, so er eisini ein føroysk útgáva: Arbeiðsrit 28, 2011: Nógv at læra úr Norra – ferðafrásøgn frá vitjan við Gloppenfjørðin, sum tú kann lesa her