University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Útnorðurnám
25.08.2015
Søgu- og samfelagsdeildin

Útnorðurnám

Útnorðurnám er útbúgving, sum hevur til endamáls at geva teimum lesandi eina víðkaða vitan um viðurskiftini í londum og økjum í útnorðri.


Samstarvið, sum Setrið hevur við lærustovnar í eitt nú Bodø, Reykjavík og Nuuk, hevur við sær, at vit í løtuni eru stødd á Akureyri á innleiðsluskeiði um viðurskifti í Arktis. Sum John F. Kennedy tók til:

”… Our problems are man-made, therefore they may be solved by man. And man can be as big as he wants. No problem of human destiny is beyond human beings…”

Sambært hesum hevur menniskjan vitan til at menna hesi viðurskifti, hóast tað neyvan ber til at steðga upphitingini í bræði. Havast skal í huga, at fólk hevur búleikast í Arktis í nærum 4000 ár, og hava vit tískil skyldu til at verja umstøður og livikor í okkara serliga parti av heiminum. Einstein segði einaferð:

“…The true sign of intelligence is not knowledge but imagination…”

Tað er tó neyvan bert annað av hesum báðum, sum er allur sannleikin, men heldur fara bæði vitan og hugflog samanlagt at gera, at heimurin finnur vegin fram ímóti einari varandi, samlaðari loysn fyri Útnorður og Arktis.

Tey lesandi á Útnorðurnámi koma úr øllum heimsins heraðshornum: eitt nú Grønlandi, Íslandi, USA, Niðurlondum, Italia, Bangladesh, Suðurkorea - og so sjálvandi eisini úr Føroyum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025