University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Væleydna tiltak um at lesa í USA
25.07.2012
Altjóða Skrivstovan

Væleydna tiltak um at lesa í USA

Í sambandi við at sendikvinnan úr USA Laurie S. Fulton vitjar í Føroyum, varð í gjár skipað fyri tiltakinum “Útbugving vestan hav, at lesa í USA”.


Væl av fólki vóru møtt upp á fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð, har Martin Mohr Olsen frá MFS bjóðaði vælkomin.

Sigurð í Jákupsstovu, rektari legði út við at siga nøkur orð um Setrið.

Eftir hetta vóru trý ungfólk úr Føroyum, Janus á Ryggi, Bjørg Herup Olsen og Kristina á Váli, sum greiddu frá sínum spennandi royndum við lestri í USA.

Laurie S. Fulton, sendikvinnuni hevði síðani áhugaverda framløgu og greiddi frá møguleikum hjá føroyingum fyri at lesa í USA. Høvi var til at seta spurningar.

Tiltakið endaði við, at luttakarnir fingu møguleika fyri at tosa nærri við bæði MFS og Altjóða Skrivstovuna á Setrinum um praktisk lestrarviðurskifti.

Tað vóru  MFS, Altjóða Skrivstovan á Fróðskaparsetrinum og Vinnumálaráðið, sum skipaðu fyri.





Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara