University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Væleydnað altjóða seminar
04.06.2012
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning

Væleydnað altjóða seminar

Dagarnar 22.-24. mai hittust fólk úr flestu Norðanlondum á Søgu- og Samfelagsdeildini til skeið í Geographical Information System (GIS).


GIS er ein teldugrundað skipan til innsavnan, lagring, analysu og presentasjón av geografiskum informasjónum. Hendan skipan hevur stóran týdning fyri eitt nú gransking innan mobilitet (ferðing og flyting) og fyri praktiskar planleggingaruppgávur innan almennar og privatar stovnar. Og júst at styrkja okkara vitan um nýtsluna av hesi skipan var endamálið  við skeiðnum, har fólk innan gransking, planlegging og vinnur úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Norður-Noregi hittust í 3 dagar.

Fyri undirvísingini stóðu tey bæði Marianna Pavlovskaya(Hunters College) og Kevin St. Martin (Rutgers University), New York. Tey hava drúgvar royndir við brúki av GIS í sambandi við mobilitetsgransking, eitt nú við kortlegging og analysu av data um fiskivinnu.

Fyriuttan læring um GIS, so hevði skeiðið eisini til endamáls at diskutera royndir og skapa netverk millum gransking og vinnu, nakað sum eisini eydnaðist væl.

GIS-skeiðið er partur av eini størri granskingarverkætlan um mobilitet í Útnorði, og hevur einans verið møguligt at gjøgnumføra við stuðli frá Norðuratlantiska Samstarvinum – NORA (www.nora.fo).

Nærri upplýsingar hjá Gestur Hovgaard (gesturh(at)setur.fo) ella Karin J. L. Knudsen (karinj(at)setur.fo).

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum